Munurin millum rættingarnar hjá "Kári P. Højgaard"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Býráðslimur og varaborgmeistari
Luckas-bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: sv:Kári P Højgaard
Linja 53: Linja 53:
[[hu:Kári P. Højgaard]]
[[hu:Kári P. Højgaard]]
[[no:Kári P. Højgaard]]
[[no:Kári P. Højgaard]]
[[sv:Kári P Højgaard]]

Endurskoðan frá 26. aug 2010 kl. 09:11

Kári P. Højgaard
Kári P. Højgaard

Kári Páll Højgaard (føddur 21. juli 1951 á Strondum) er føroyskur politikari, løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins. Kári er limur í Útnorðurráðnum, har hann eisini var formaður í tíðarskeiðnum 2008-09. Hann hevur verið annar fasti limur í Norðurlandaráðnum. Áðrenn hann gjørdist politikari arbeiddi hann sum postmaður í Eysturoynni frá 1971, áðrenn tað var hann nøkur ár til skips.

Løgtingslimur

Hann varð varamaður á Føroya Løgtingi frá 26. mai 2001 til 30. apríl 2002. Løgtingsmaður frá 30. apríl 2002.[1]

Formaður Sjálvstýrisfloksins

Kári P. Højgaard varð valdur til formann fyri Sjálvstýrisflokkin í 2002 og hevur verið formaður síðan.

Útnorðurráðið

Kári P. Højgaard gjørdist formaður í Útnorðurráðnum í august 2008.[2] Í løtuni (2010) er hann annar næstformaður í Útnorðurráðnum. Føroya Løgting valdi hesi til limir í Útnorðurráðnum í 2008:

Nevndarsessir á Føroya Løgtingi

  • 2008–2012 Limur í Vinnunevndini
  • 2004–2008 Formaður í Landstýrismálanevndini
  • 2004–2008 Limur í Fíggjarnevndini
  • 2002–2004 Limur í Fíggjarnevndini
  • 2002–2004 Limur í Mentanarnevndini
  • 2001–2002 Limur í Fíggjarnevndini

Býráðslimur og varaborgmeistari

Kári P. Højgaard var býráðslimur í Runavíkar Býráð 1989-2008. Hann var varaborgarstjóri í tíðarskeiðnum 2005-08. Hann stillaði ikki upp aftur til býráðvalið í 2008.

Keldur

  1. Sjálvstýri.fo
  2. Portal.fo, Kári P. Højgaard formaður í Útnorðurráðnum.

Útvortis ávísingar

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið