Munurin millum rættingarnar hjá "Fámjin"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Arne List (kjak | íkøst)
Arne List (kjak | íkøst)
s fmt
Linja 17: Linja 17:
Tvørtur um ta breiðu víkina, har bygdin liggur í fleiri býlingum, er eitt sandriv, ið verjir móti tí opna havinum. Ein siglingarrenna er opin í rivinum. Inni í pollinum er kyrt, sum í eini havn, og hagar reka teir grind. Fámjin er [[grindavág]].
Tvørtur um ta breiðu víkina, har bygdin liggur í fleiri býlingum, er eitt sandriv, ið verjir móti tí opna havinum. Ein siglingarrenna er opin í rivinum. Inni í pollinum er kyrt, sum í eini havn, og hagar reka teir grind. Fámjin er [[grindavág]].


24 [[mørk|merkur]] í jørð eru í Fámjin, av teimum 2 merkur og 5 [[gyllin]] kongs. Hagarnir eru Botnur, Múlhagi, Rókhagi, Fjallið Mikla, Miðhagi(deildur í Sunnari og Norðari partur), Hamrahagi og Fløtan. Í Fámjin er smoltstøð (Latin aftur í 2003).
24 [[mørk|merkur]] í jørð eru í Fámjin, av teimum 2 merkur og 5 [[gyllin]] kongs. Hagarnir eru Botnur, Múlhagi, Rókhagi, Fjallið Mikla, Miðhagi (deildur í Sunnari og Norðari partur), Hamrahagi og Fløtan. Í Fámjin var smoltstøð (latin aftur í 2003).


== Navnið ==
== Navnið ==

Endurskoðan frá 28. sep 2005 kl. 12:07

Fámjin
Fámjin á Føroyakortinum.
Postnummar FO 870
Kommuna Fámjins kommuna
Markatal 24
Íbúgvar (2005) 113

Fámjin liggur mitt á vestursíðuni á Suðuroynni, sum mest sum øll er høg og brøtt og ring at koma til. Einans heilt fáar bygdir eru at finna her.

Norðan- og vestanfyri er bakkin høgur og brattur undir Gluggunum (610 m), hægsta fjalli í Suðuroy, har markið er móti Froðbiar sókn. Millum Laðafelli og Borgarknapp er markið móti Hovi, og víðari úr hesum vakra tindi yvir Borgina og Glopprók í Gásadalsgjógv er markið móti Vági. Sunnan fyri bygdina er bakkin eisini høgur. Gjøgnum tann breiða dalin, ið er umgivin av kambum, tindum og botnum, rennur Áin Mikla. Fleiri smá vøtn eru við ánna. Á hjallanum norðanfyri bygdina er tað stóra Kirkjuvatn.

Tvørtur um ta breiðu víkina, har bygdin liggur í fleiri býlingum, er eitt sandriv, ið verjir móti tí opna havinum. Ein siglingarrenna er opin í rivinum. Inni í pollinum er kyrt, sum í eini havn, og hagar reka teir grind. Fámjin er grindavág.

24 merkur í jørð eru í Fámjin, av teimum 2 merkur og 5 gyllin kongs. Hagarnir eru Botnur, Múlhagi, Rókhagi, Fjallið Mikla, Miðhagi (deildur í Sunnari og Norðari partur), Hamrahagi og Fløtan. Í Fámjin var smoltstøð (latin aftur í 2003).

Navnið

Navnið Fámjin er sjáldsamt, og torført er hjá málfrøðingum at týða, hvønn uppruna tað hevur. Men gomul søgn sigur, at bygdin fyrr æt Vesturvík, men tað finnist ongin skrivlig kelda, ið nevnir Fámjin fyri Vesturvík. So hendi tað, at maður í bygdini og sonur hansara fingu fatur á tveimum konufólkum av einum fronskum skipi, ið lá uttanfyri. Tá ið skipsmenninir sóu, at teir róðu til lands við teimum, fóru teir at rópa:

femme mien, femme mien!

Soleiðis skuldi bygdin broyta navn. Brim kom og skipið sigldi burtur. Feðgarnir tóku sær hesar báðar til konu. Mangir sterkir avrekskappar sigast at vera komnir undan teimum.

Best hugsandi er at navnið hevur okkurt við "fóm" (skúm) at gera, tí oftani er sera nógvur skúmur í mølini tá ið brim er og tað samstundis er nógvur gróður í sjónum.

Kirkjan

Fámjin er sera náttúruvøkur bygd umgyrd av hægstu fjøllunum í Suðuroy.

Fámjins kirkja er bygd í 1876, hon er úr gróti, hvítkálkað og takt við fløgugróti. í kirkjuni hongur tað fyrsta føroyska flaggið, Merkið, sum Jens Olivur Lisberg (1896-1920) úr Fámjin gjørdi í 1919 saman við Janusi Øssurssyni og Paula Dahl. Merkið veittraði fyrstu ferð í Føroyum hin 19. juni 1919, í samband við eitt brúdleyp í familjuni hjá Jens Olivur. Hann liggur grivin í kirjugarðinum. Í forkirkjuni stendur ein rúnasteinur, funnin í kirkjugarðinum, óivað gravsteinur. Kirkjan undan hesari varð bygd í 1826, í miðøld skal hava verið bønhús í Fámjin.

Hygg eisini at

Útvortis ávísing

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Verdur Kommunur í Føroyum Kommunum í Føroyum
Eiðis | Eystur | Fámjins | Fuglafjarðar | Fugloyar | Hovs | Húsa | Húsavíkar | Hvalbiar | Hvannasunds | Klaksvíkar | Kunoyar | Kvívíkar | Nes | Porkeris | Runavíkar | Sands | Sjóvar | Skálavíkar | Skopunar | Skúvoyar | Sumbiar | Sunda | Sørvágs | Tórshavnar | Tvøroyrar | Vága | Vágs | Vestmanna | Viðareiðis