Kirkjuvatn
Appearance
Kirkjuvatn er vatn í Føroyum í Suðuroynni, 0,2 km² til víddar. Kirkjuvatn er beint norðanfyri bygdina Fámjin, sum er á vestursíðuni á Suðuroynni. Túrar verða ofta gjørdir um summarið niðan á Kirkjuvatn [1]. Kirkjuvatn er beint norðanfyri Fámjin, tað tekur stutta tíð at ganga til Kirkjuvatn.
Høg fjøll eru tætt við Kirkjuvatn. Hægsta fjall í Suðuroynni, Gluggarnir, sum er 610 metrar høgt, er norðanfyri Kirkjuvatn, har eru eisini onnur høg fjøll, m.a. Herðablaðið og Eystanfyri Herðablaðið. Nærmasta fjallið er tó tvey onnur fjøll, sum ikki eru millum tey allar hægstu í Suðuroynni. Knúkin, sum er 417 metrar høgt, er norðanfyri Kirkjuvatn. Fjallið Mikla, sum er 469 metrar høgt, er eystanfyri Kirkjuvatn.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Visitsuduroy.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-10-09. https://web.archive.org/web/20111009121816/http://www.visitsuduroy.fo/UK/index.asp?pID=%7B1216548D-06B9-4A08-AFD7-3A1054EF8C5F%7D. Heintað 2010-12-06.