Bønhús
Appearance
Eitt bønhús er ein kristin samkomubygningur, sum kann nýtast sum kirkja, hóast ikki bygdur til endamálið. Dømi um bønhús eru bønhúsið í Ørðavík, sum er tað fyrsta í Føroyum í nýggjari tíð, vígt 27. november 1966 (1. sunnudag í advent). Eftir tað eru fleiri hús í Føroyum vígd sum bønhús, m.a. gamli skúlin á Hellunum og missiónshúsið í Søldarfirði (1986).
Frá katólskari tíð vita vit um fleiri bønhús í Føroyum - m.a. gjøgnum staðarnøvn sum Bønhústoft, eitt nú í Leirvík.