Jump to content

Paralympiskir Leikir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Paralympisku Leikirnir)
Paralympiska flaggið

Paralympisku Leikirnir er ein stór altjóða ítróttarstevna fyri ítróttarfólk við kroppsligum ella sálarligum breki. Síðan Olympisku Leikirnir vóru hildnir í Soul í Suðurkorea í 1988 hava Paralympisku Leikirnir verið hildnir í sama býi og beint eftir teir Olympisku Leikirnir. Í 2012 verða leikirnir hildnir í London í september, har Olympisku Leikirnir fyri frísk ítóttarfólk vóru hildnir í London í juli og august. Allir Palalympiskir Leikir verða fyriskipaðir av Altjóða Paralympisku Nevndini (International Paralympic Committe, stytt IPC). Paralympisku Leikirnir hava ment seg frá at vera ein lítil ítróttarstevna, sum bretskir krígsveteranar frá Seinna Heimsbardaga tóku stig til í 1948 til at vera ein av heimsins størstu ítróttarstevnum ella ítróttartiltøkum. Fyrstu Paralympisku Leikirnir sum ikki bert vóru fyri krígsveteranar vóru hildnir í 1960 í Róm,[1] har 400 ítróttarfólk frá 23 londum kappaðust. Síðan 1960 hava Paralympisku Leikirnir verið hildnir sama ár sum Olympisku Leikirnir. Paralympisku Leikirnir verða fyriskipaðir paralelt við Olympisku Leikirnir. Tað eru bæði summarleikir og vetrarleikir fyriskipaðir.

Føroyar á Paralympisku Leikunum

[rætta | rætta wikitekst]

Føroyar kunnu luttaka á Paralympisku Leikunum sum egin tjóð og undir Merkinum. Tá talan er um Olympisku Leikirnir mugu føroyingar luttaka undir donskum flaggi. Fleiri føroyingar hava luttikið á paralympisku leikunum og fleiri hava eisini vunnið heiðursmerki á leikunum. Í 1984 luttóku Katrin Johansen, Ólavur Kongsbak og Kristvør Rasmussen, tey vunnu ikki nakað heiðursmerki. Á Paralympisku Leikunum í Seoul í 1988 vann Christina Næss 1 gull og 1 silvur heiðursmerki, Katrin Johansen vann eitt silvur og eitt bronsu heiðursmerki og Tóra við Keldu vann eitt silvur og 2 bronsu heiðursmerki. Johan Samuelsen luttók eisini í fleiri kappingum í 1988. Í 1992 luttóku Tóra við Keldu og Durid Svensson. Tóra vann tá eitt silvur heiðursmerki. Í 1996 í Atlanta vann Tóra við Keldu eitt silvur heiðursmerki. Ester Høj luttók eisini í fleiri kappingum í 1996. Í 2000 í Sydney vann Heidi Andreasen 3 silvur og eitt bronsu heiðursmerki. Esther Hansen luttók eisini í 2004. Í Athen 2004 vann Heidi Andreasen eitt bronsu heiðursmerki. Í 2008 luttók Heidi Andreasen fyri Føroyar, men tá eydnaðist tað henni ikki at vinna nakað heiðursmerki. Í 2012 svam Ragnvaldur Jensen fyri Føroyar, men hann vann ikki nakað heiðursmerki. Føroyar hava næstan bara luttikið innan svimjing á Paralympisku Leikunum, tó luttók Heini Festirstein í borðtennis í 1992.[2] Í 2016 luttók svimjarin Krista Mørkøre fyri Føroyar[3], og í Tokyo2020 var einasti luttakarin rennarin Hávard Vatnhamar ið kappaðist í marathon.[4]

Vertsbýir

[rætta | rætta wikitekst]
Paralympisku Leikirnir - vertsbýir[5]
Ár Summar Paralympisku Leikirnir Vetrar Paralympisku Leikirnir
Olympiada Vertsbýur Nummar Vertsbýur
1960 I Summar Paralympisku Leikirnir  Italia Rome, Italia
1964 II Summar Paralympisku Leikirnir  Japan Tokyo, Japan
1968 III Summar Paralympisku Leikirnir  Ísrael Tel Aviv, Israel
1972 IV Summar Paralympisku Leikirnir Fyrimynd:Land dáta Vestur Týskland Heidelberg, Vesturtýskland
1976 V Summar Paralympisku Leikirnir  Kanada Toronto, Kanada I Vetrar Paralympisku Leikirnir  Svøríki Örnsköldsvik, Svøríki
1980 VI Summar Paralympisku Leikirnir  Niðurlond Arnhem, Netherlands II Vetrar Paralympisku Leikirnir  Noreg Geilo, Noreg
1984 VII Summar Paralympisku Leikirnir  Stóra Bretland Stoke Mandeville, United Kingdom
 USA New York, USA
III Vetrar Paralympisku Leikirnir  Eysturríki Innsbruck, Eysturríki
1988 VIII Summar Paralympisku Leikirnir  Suðurkorea Seoul, Suðurkorea IV Vetrar Paralympisku Leikirnir  Eysturríki Innsbruck, Eysturríki
1992 IX Summar Paralympisku Leikirnir  Spania Barcelona, Spania V Vetrar Paralympisku Leikirnir  Frakland Tignes & Albertville, Frakland
1994 VI Vetrar Paralympisku Leikirnir  Noreg Lillehammer, Noreg
1996 X Summar Paralympisku Leikirnir  USA Atlanta, United States
1998 VII Vetrar Paralympisku Leikirnir  Japan Nagano, Japan
2000 XI Summar Paralympisku Leikirnir  Avstralia Sydney, Avstralia
2002 VIII Vetrar Paralympisku Leikirnir  USA Salt Lake City, USA
2004 XII Summar Paralympisku Leikirnir  Grikkaland Athen, Grikkaland
2006 IX Vetrar Paralympisku Leikirnir  Italia Torino, Italia
2008 XIII Summar Paralympisku Leikirnir  Kina Beijing, Kina
2010 X Vetrar Paralympisku Leikirnir  Kanada Vancouver, Kanada
2012 XIV Summar Paralympisku Leikirnir  Stóra Bretland London, Stórabretland
2014 XI Vetrar Paralympisku Leikirnir  Russland Sochi, Russland
2016 XV Summar Paralympisku Leikirnir  Brasil Rio de Janeiro, Brasil
2018 XII Vetrar Paralympisku Leikirnir  Suðurkorea Pyeongchang, Suðurkorea
2020 XVI Summar Paralympisku Leikirnir Tokyo, Japan
2022 XIII Vetrar Paralympisku Leikirnir Beijing, Kina
2024 XVII Summar Paralympisku Leikirnir París, Frakland
  1. "CBC.ca, Paralympics traces roots to Second World War". http://www.cbc.ca/olympics/story/2008/09/02/f-paralympics-history.html. Heintað 2008-09-24. 
  2. Paralympics.org, yvirlit yvir føroyingar sum hava luttið á Paralympisku Leikunum og heiðursmerki, ið tey hava vunnið.Tey sum ikki hava vunnið heiðursmerki eru eisini við á yvirlitinum.
  3. Portal.fo - Krista Mørkøre við til Paralympisku leikirnar í Rio 2016
  4. "4". https://en.wikipedia.org/wiki/Faroe_Islands_at_the_2020_Summer_Paralympics. 
  5. "Past Games". International Paralympic Committee. http://www.paralympic.org/Paralympic_Games/Past_Games/. Heintað 2010-04-07. 

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið