Jump to content

Katrin Dagbjartsdóttir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Katrin Johansen)
Katrin Dagbjartsdóttir
er eitt menniskja
Starv lærari, svimjari
Dátuheiti

Katrin Dagbjartsdóttir,[1] fyrr nevnd Katrin Dagbjartsdóttir Johansen ella bara Katrin Johansen), er ein føroyskur svimjari, sum hevur luttikið á Paralympisku Leikunum. Hon er útbúgvin lærari og starvast sum lærari á Venjingarskúlanum í Havn. Hon er eisini politikari, stillaði upp fyri Fólkaflokkin, og sat fleiri ferðir á Føroya Løgtingi, sum varafólk fyri Óla Breckmann, Bjarna Djurholm og Finnboga Arge.[2]

Lívsleið sum svimjari

[rætta | rætta wikitekst]

Katrin luttók á Paralympisku Leikunum 1988 í Soul, har hon umboðaði Føroyar innan svimjing. Hon vann tvey heiðursmerki: silvur í 100 metrum frí í brekbólkinum C8 og bronsu í 100 m rygg, somuleiðis í C8.

  1. Amr.fo, røða sum Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum helt.
  2. Folkaflokkurin.fo, Finnbogi Arge í farloyvi: Katrin D. Johansen í tinginum