Pól á Kletti

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Pól á Kletti er føddur 12. juli 1959. Ættaður úr Hesti. Búð í Hósvík í 3 ár, 1974-1977. Síðan 1977 í Tórshavn og stutt skifti á Argjum. Foreldur: Dánjal Nybo (1914-1995), fiskimaður og bóndi í Hesti, og Kristina, f. Mortensen (1919-1980), ættað úr Froðba. Foreldur pápans vóru Poul Nybo, ættaður av Kletti á Hvítanesi, og Anna Kathrina, f. Danielsen, úr Andrasstovu í Hesti. Tey vóru eftir giftarmálið búsitandi á Hvítanesi í 7 ár. Fluttu í 1915 út í Hest, har tey bygdu við Gróthúsá. Poul, ið var skiparalærdur og førdi skip, festi kongsgarðin í Andrasstovu eftir verfaðirin, Dánjal Danielsen. Foreldur mammuna vóru Dánjal Mohr Mortensen, bóndi í Kelduni í Froðba, og Amalia, f. Joensen, ættað úr Miklagarði á Eiði.

Pól á Kletti er giftur við Elsy Joensen av Bakka í Vági, dóttir Kristoffur Joensen, ættaður uttan Ánna í Sandvík, og Sannu, f. Tausen, á Bakka í Vági. Elsy og Pól eiga tríggjar synir: Signar (f. 1982), Eirikur (f. 1990) og Torkil (f. 1991). Verið blaðmaður á Dimmalætting síðan 1978. Fastur tingfrásøgumaður 1981-1995. Ritstjórnaði leygardagsískoytisbløðunum Viðskeranum og Skáanum 1996-2007.

Útgávur - ritstjórnað ella skrivað[rætta | rætta wikitekst]

Pól á Kletti var við til at leggja til rættis útgávuna av bókini »Búskapur og politikkur« (1990), sum Ólavur Christiansen, búskapar- og samfelagsfrøðingur skrivaði, og sum forlagið Føroyaklettur gav út. Samrøður í 75 ára minningarritinum hjá Kongshavnar Havn, »Samstarv« (1991), sum Kongshavnar Havnastýri gav út. Skrivað, savnað og lagt til rættis 90 ára minningarritið hjá Sambandsflokkinum, »Upphav og virki« (1996). Samrøður í 60 ára minningarritinum hjá B36, »Rennið dreingir« (1997). Grein um Hests kirkju í bókarøðini »Kirkjurnar í Føroyum« (1998), sum J. P. Gregoriussen, arkitektur, ritstjórnaði og partvís skrivaði, og sum forlagið í Støplum gav út. Limur í ritstjórnini, sum skipaði fyri útgávuni av 150 ára minningarritinum hjá Føroya Løgtingi, »Løgtingið 150«, trý bind (2002-03). Var í ritstjórnini, sum fyrireikaði 100 ára minningarritið hjá Sambandsflokkinum, »Sambandsflokkurin í 100 ár« (kom út í 2006).[1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Rit.fo