Norrøn gudalæra
Ásatrúgvin var átrúnaður norðbúgva í fornøld og víkingaøld. Ásatrúgv verður eisini nevnd norrøna gudalæra.
Nærum øll vitan um ásatrúgv er skrivað av fólki, sum ikki sjálvt var ásatrúgvandi. Eddukvæðið eldra (Sæmundar edda) og Eddukvæðið yngra (Snorra edda) eru týdningarmestu keldurnar, og eru skrivaðar í Íslandi í kristnari tíð. Ein onnur áhugaverd kelda er frásøgan frá einum muslimskum sendimanni nevndum Ahmad Ibn Fadlan, ið fór á ferð til Kiev í 922.
Ásatrúgv doyði út, tá ið kristindómur kom til Norðurlond og fólkið tók við kristnari trúgv. Sagnir eru tó um, at ávísar bygdir hava verið verandi heidnar, t.e. ásatrúgvandi, langt upp í miðøld. Fólk er síðan farið at trúgva uppá hesa trúgv aftur. Nøkur hundrað skrásett ásatrúgvandi eru í Norðurlondum í dag.
Ásatrúgvandi, blótarar ella heidningar, trúgva uppá gudar nevndir æsir; eintal ásur. Av hesum er orðið ásatrúgv avleitt.
Hesir æsir liva í Ásgarði, meðan menniskju liva í Miðgarði. Í Útgarði liva jatnir, sum vilja æsum til lívs.
Hægstur av æsum er Óðin. Hann er alfaðir og kongur ásanna. Hann er einoygdur eftir at hava latið annað eyga sítt í veð fyri at drekka úr Mímis brunni, haðan hann hevur fingið vísdóm sín. Ravnar Óðins, Hugin og Munin, flúgva um verøld alla og boða Óðini frá tí, ið fyri ferst í heiminum.
Mætastur av æsum er Tórur. Hjá sær hevur hann hamaran Mjølnir.
Nornurnar, Urð, Verðandi og Skuld, ráða fyri mannalagnu. Tær spinna lagnutráð.
Heiðursverdasti deyði, ið menn kunnu fáa, er at doyggja á vali, á krígsvølli. Teir, ið doyggja soleiðis verða av valkyrjunum førdir í Óðins høll til Valhalla, har teir sleppa at halda veitslu og stríðast hvønn dag til ragnaraka.
Millum Ásgarðar og Miðgarðar er brúgvin Bivrøst, ælabogin, har ásurin Heimdallur situr á varðhaldi. Tá ið jatnir koma eftir Bivrøsti, skal Heimdallur blæsa í Gjallarhornið. Tá verður ragnarøk, t.e. heimsins undirgangur.
Vøluspá
[rætta | rætta wikitekst]- Óðin sendi
- spjótið í flokkin,
- tað var fyrsta
- stríðið í heimi.
- Ásana viðja-
- girðing varð brotin,
- stríðsbúnir vanir
- troddu vøll.
- Óðin og valkyrjurnar
Gudarnir í Norrønu gudalæruni | |
---|---|
Æsir: |
Andhrímnir | Baldur | Bragi | Dellingur | Forseti | Heimdallur | Hermóður | Høður | Hønir | Kvasir | Magni | Móði | Óður | Óðin | Summar | Svåsud | Tórur | Týr | Ullur | Váli | Ve | Víðar | Vili | Vetur |
Eir | Fjørgyn | Fulla | Gevjun | Gersimi | Gná | Iðun | Lín | Lovn | Nanna | Noss | Sága | Siv | Sigyn | Snotra | Syn | Vár | |