Mortensen
Mortensen er eitt norðurlendskt eftirnavn, tað er 16. vanligasta eftirnavnið í Føroyum, í 2012 vóru tað 466 føroyingar í Føroyum ið høvdu eftirnavnið Mortensen. Eftirnavnið merkir Sonur Morten og er av donskum málsligum uppruna, men føroyingarnir ið eita Mortensen hava tó føroyskar røtur. Føroyska mannfólkanavnið er Mortan, so á føroyskum átti eftirnavnið at verið Mortansson, men donsk navnalóggáva var galdandi í Føroyum í 19. øld, tá ið -sen faðirnøvnini vóru til eftirnøvn. Í eldri tíð fingu børnini eftirnøvn sum søgdu, hvør ið faðirin var, so tey ið tá itu Mortensen vóru dreingir, ið vóru synir Mortan. Gentur fingu so eftirnøvn sum Mortensdatter, um faðirin nevndist Morten. Einaferð í 19. øld er man farin burtur frá hesi mannagongd, og -datter bleiv ikki brúkt longur í danska ríkinum og eftirnøvnini søgdu ikki longur hvør ið faðirin var. Tey sum í dag eita Mortensen í Føroyum mugu leita langt aftur í tíðina fyri ar finna ein ættarfaðir ið var upprunin til eftinavnið Mortensen. Á Tvøroyri var ein kend familja við eftinavninum Mortensen í 19. øld og er eftirnavnið enn sera vanligt á Tvøroyri Trongisvági, Froðba og Øravík. Johan Mortensen úr Øravík, fekk handilsbræví 1858 og setti seg niður á Tvøroyri. Handilsvirkið hjá Johan Mortensen gjørdist skjótt eitt tað størsta í Føroyum, sum eftir deyða hansara i 1889 varð gjørt til partafelag undir navninum A/S J.Mortensens Eftf. Ein sonur, N. J. Mortensen tók seg kortini burtur og fekk egið handilsvirki í 1911. Av Mortensen familjuni av Tvøroyri/Trongisvági kunnu nevnast Heðin Mortensen, sum er borgarstjóri í Havn, rithøvundarnir Elin Mortensen og Eilif Mortansson (føddur Mortensen), svimjarin Guðrun Mortensen, ið er dóttir Gudmund Mortensen, ið er stjóri á fyritøkuni N.J. Mortensen, ið eigur handlar og skip, bygningar vm. Gudmund er langabbasonur N.J. Mortensen, ið stovnaði fyritøkuna í 1909, og oldurabbasonur Johan Mortensen úr Øravík. Ein onnur Mortensen familja í Føroyum er av Argjum. T.d. kann nevnast Palli Mortensen av Argjum, ið flutti til Vágs, har hann setti á stovn eina smiðju, ið nú eitur Tangavirkið. Í Vági var Palli sum oftast nevndur Argja-Palli, tí hann var ættaður av Argjum, og tað vóru fleiri aðrir vágbingar ið itu Palli. Sonur hansara, Bent Mortensen, tók yvir eftir pápan, og seinni tók ein av synum Bent, Mortan Mortensen, yvir eftir pápan og er stjóri í fyritøkuni í dag. Presturin í Hvalba, Jens Mortan Mortensen, er eisini ættaður av Argjum, faðir hansara var beiggi Argja-Palla, ið flutti til Vágs.
Kend fólk sum eita Mortensen:
[rætta | rætta wikitekst]Føroyingar
[rætta | rætta wikitekst]- Andras Mortensen, rithøvundur.
- Armgarð Mortensen, sjónleikarinna og modell.
- Eilif Mortansson, doyptur Daniel Jacob Eilif Mortensen, rithøvundur
- Elin Mortensen, rithøvundur
- Guðrun Mortensen, svimjari.
- Heðin Mortensen, politikari.
- Høgni av Heiði, fyrr Mortensen, rithøvundur.
- Janus Wiberg Mortensen, sangari og fótbóltsleikari.
- Óli Mortensen, svimjari.
Danir
[rætta | rætta wikitekst]- Malene Mortensen, songkvinna.
Norðmenn
[rætta | rætta wikitekst]- Finn Mortensen, tónleikari.
Amerikanar
[rætta | rætta wikitekst]- Viggo Mortensen, sjónleikari og tónleikari.