Eftirnøvn í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Eftirnøvn í Føroyum eru í flestum førum á donskum máli. Tað er í nýggjari tíð, at summir føroyingar hava fingið sær føroysk eftirnøvn, summi hava keypt sær eftirnøvn, sum kunnu vera staðarnøvn, onnur hava tikið eftirnavn eftir fornavninum á pápanum ella mammuni og so -son ella -dóttir afturat, meðan onnur hava føroyska danska -sen eftirnavn teirra, men hesi eftirnøvn síggjast ikki aftur á listanum yvir 30 tey vanligastu eftirnøvnini í Føroyum. Føroysk nøvn vórðu skrivað á donskum í kirkjubókunum. Kortini hava tey ikki verið brúkt nógv millum manna. Til dømis varð Kvívíks-Jógvan skrivaður sum Joen Danielsen, men millum manna varð róptur Kvívíks-Jógvan. Somuleiðis var Jóan Petur uppi í Trøð skrivaður sum Joen Peter Gregoriussen. Konufólkið var leingi givið rætt eftirnavn eftir kyni, tað er -dóttir (-datter í kirkjubókunum) í staðin fyri -son (-sen), men seinni gjørdust efitrnøvnini arvalig og tí fingu tey -sen eftirnøvn eins og tey eru í dag. Tá ið danir spakuliga broyttu eftirnavnasið við m.a. ávirkan úr Týsklandi, gjørdust hesi nøvn arvalig og vórðu skrivað sum -sen, og føroyingar fylgdu við, tí kirkjan og prestar var danskir. Ofta vóru fleiri ymisk føroysk nøvn skrivað eins á donskum. Til dømis Jóansdóttir/Jóansson og Jógvansdóttir/Jógvansson vórðu til Joensen, meðan Andras og Dia (góðvaranavn fyri Andrias) vórðu til Andreasen ella Andersen til dømis.

Onnur vanlig føroysk eftirnøvn eru í -stovu, onnur bústaðarnøvn og staðarnøvn. Ofta eru staðarnøvnini á donskum, men eru sum oftast donsk heiti fyri føroysk støð. Til dømis er Arge danska navnið fyri Argir. Millum annað var Nólsoyar Páll skrivaður sum Poul Poulsen Nolsøe. Nólsoyar Páll æt Poulsen, tí hann var sonur Páls faðirs síns við sama navnið. Á føroyskum hevði hann itið Pálsson og hann hevði ikki kunnað givið eftirnavnið víðari, tí faðirs- og móðursnøvn ikki kunnu arvast eins og -sen og onnur eftirnøvn. -sen nøvnini í Noregi og Danmark og -son nøvnini í Svøríki stava annars frá sama eftirnavnasiði, sum var varðveittur í Íslandi og tikin uppaftur í Føroyum.

Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir 30 av teimum vanligastu eftirnøvnunum í Føroyum árið 2012.[1] Sum sæst eru 24 av teimum 30 eftirnøvn ið enda við -sen, ið er ein gamal danskur formur fyri son ella sonur. Eftirnavnið Djurhuus sum er 13. mest vanliga eftirnavnið í Føroyum kemur úr Knæverhede í Sæby í Norðurjyllandi í Danmark. Øll ið eita Djurhuus til eftirnavn eru eftirkomarar av einum donskum presti og konu hansara, Christen Jensen Djurhuus (1708 - 1775),[2] ið fluttu til Føroya í 18. øld. Hann var prestur á Nesi í Eysturoynni frá 3. august 1742.

Navn
1 Joensen 2 449
2 Hansen 2 230
3 Jacobsen 2 043
4 Olsen 1 687
5 Poulsen 1 328
6 Petersen 1 278
7 Johannesen 1 012
8 Thomsen 702
9 Nielsen 654
10 Johansen 548
Navn
11 Rasmussen 544
12 Simonsen 533
13 Djurhuus 513
14 Danielsen 500
15 Jensen 496
16 Mortensen 466
17 Højgaard 440
18 Mikkelsen 440
19 Dam 431
20 Sørensen 408
Navn
21 Andreasen 403
22 Hammer 384
23 Magnussen 373
24 Hentze 362
25 Samuelsen 347
26 Christiansen 341
27 Davidsen 319
28 Heinesen 302
29 Niclasen 287
30 Midjord 261

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.hagstova.fo/fo/hagtalsgrunnur/eftirn-vn-2001-2012
  2. geni.com