Kvívíks Jógvan
Joen Danielsen (nevndur Kvívíks Jógvan og Kvívíkar-Jógvan) (* 11. juni 1843 í Kvívík - † 2. mai 1926 við Gjógv). Hann vaks upp saman við Jóani Peturi upp í Trøð.
Var m.a. húskallur í Mikladali og á Selatrað, áðrenn hann giftist og búsettist við Gjógv.
Eingin skipað skúlagongd var í bygdini tá, men hugaður sum drongurin var fyri bókini, lærdi hann seg sjálvur at lesa bæði føroyskt og danskt.
Í 1855 gjørdist V. U. Hammershaimb prestur í Norðstreymoy og flutti inn á Kirkjuteigi í Kvívík. Jógvan var tá 12 ára gamal, og skjótt leitaði hann sær í prestagarðin, har bøkur vóru at fáa til láns.
Tá Jógvan var komin til mans, fór hann út á ymsar bóndagarðar at tæna, og seinni fór hann til skips.
Á vetri 1872 varð hann biðin til húskall norðuri við Gjógv; her fekk hann sær konu, tey giftust í 1875, og her búði hann til deyðadags 1926.
Kvívíks-Jógvan var komin væl upp í árini — mundi liggja um 50 ára aldur — tá hann steig fram sum yrkjari. Partvíst yrkti hann sangir, ið lovprísa føðilandi og móðurmáli, partvíst yrkti hann kvæði og tættir, kendastu teirra eru »Kópakvæði« og »Trolara-tátturin«.
Tað nógva av tí, hann hevur yrkt, er savnað saman í bókini »Yrkingar«, ið felagið Varðin gav út í 1926.
Sagt verður at nógvar av yrkingum Kvívíks Jógvans, fórust við tað at nógv bleiv brent vegna tuberklar í húsinum.
Útgivið
[rætta | rætta wikitekst]- 1926 - Jógvan Dánialsson (Kvívíkar-Jógvan): Yrkingar
- Nú komin er mín lívskvøldarstund.
- Jólasálmur.
- Páskasálmur.
- Kvæðið um skapanina.
- Kópakvæðið.
- Lýð á ljóðið.
- Føroya málið.
- V. U. Hammershaimb.
- Frælsiskvæði (Fríheitskvæði).
- Ránsmannavaldið í Føroyum.
- Trolaratátturin.
- Fólkatingsvalið 1903
- Valkvæði.
- Heilsa til Fríðriks 8nda.
- Songur um kríggið 1914.
- Til fólkafundin á Eiðisskarði hin 13 juli 1919.
- Kvæði til Føroya dans.
Aðrar yrkingar
[rætta | rætta wikitekst]- Føroya háskúli (Fuglaframi 11. juni 1901)
- Til ein fund í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn (Fuglaframi 27 .august 1901)
- Løgtingsins hálvthundrað ára dagur, 29. juli 1908 (Varðin 8. bind 1928)
- Heilsa til Noregs. (Varðin 8. bind 1928)
- Við Stevnuvál. (Lisin upp á fólkafundi 6. juli 1913. Óprentaður)
Yrkingar á donskum
[rætta | rætta wikitekst]- Velkomsthilsen til Kong Frederik VIII.
- Om alt det kors vi lide. (Um vanlukkuna í Sandvíksgrindini í 1915)
- Jeg begynde vil en sang.
- Nu længes fluks min matte krop.
- Nu vil jeg her begynde. (Um vanlukkuna, tá ið klaksvíkssluppin Kristina gekk burtur í 1920)
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Tummas Lenvig og Katrin Næs: Tveir yrkjarar úr Kvívík - Fróðskapur 2006, Setursrit 3
Útvortis ávísing
[rætta | rætta wikitekst]- Kvívíks-Jógvan Archived 2009-01-15 at the Wayback Machine
- Bókagarður Archived 2008-02-28 at the Wayback Machine
- Kópakvæðið Archived 2016-04-06 at the Wayback Machine
- Fótatraðk - Kvæðið[deyð leinkja]
- Fróðskaparsetur Føroya