Jóan Petur Gregoriussen
Appearance
Jóan Petur Gregoriussen (1. juni 1845 - 15. november 1901) var føddur í Kvívík. Hann verður vanliga nevndur Jóan Petur uppi í Trøð. Jóan Petur var til skips um várarnar og heystarnar undir Íslandi. Hann átti eitt sindur av jørð, sum hann røkti, og umframt hetta tókst hann við at smíða. Jóan Petur var sera virkin í tjóðskaparrørsluni, ið tók seg upp í Føroyum í 1890árunum, og yrkti mangan til fólkafundir, sum tá vóru hildnir víða um í landinum. Hann yrkti føðilandssangir og kvæði. Eisini yrkti hann vísuna um "Vaagen" og ta føroysku brúðarvísuna: "Várharra hann segði, tað er ikki gott". Tað mesta, sum hann skrivaði, kom út í savninum "Yrkingar" (1928). Har stendur yrkingin "Eitt heim" eisini.
Útgivið
[rætta | rætta wikitekst]- 1928 - Yrkingar (Jóan Petur uppi í Trøð), M. A. Jacobsen greiddi til prentingar
- Nýársheilsa frá Føringatíðindi. Føringatíðindi, nr. 1, 1894
- Gentukæti. Føringatíðindi, nr. 2, 1894
- Vaagen. Føringatíðindi, nr. 4, 1894
- Rím um teir Lutherisku prestarnar... Føringatíðindi, nr. 10, 1894
- Við kaspiska havið. Føringatíðindi, nr. 11, 1894
- Tú forna kenda minnisstað. Føringatíðindi, nr. 13, 1894
- Hákun í Noregi. Føringatíðindi, nr. 4, 1895
- Til Fólkafundirnar í Føroyum. Føringatíðindi, nr. 12, 1895
- Sverras ríma. Føringatíðindi, nr. 1, 1896
- Um føroyingars framsýningferð til Bergen 1898. Fuglaframi, nr. 22, 1899
- Seg skjóta undir danskheit inn. Føringatíðindi, nr. 13, 1900
- Nakað lítið um Transvaalbardagan 1899-1900. Fuglaframi, nr. 13, 1900
- Í Føroyum. Fuglaframi, nr. 15, 1900
- So møtast vit her. Fuglaframi, nr. 17, 1900
- Kalendarørindi. Fuglaframi, nr. 9, 1901
- Brúðarvísan. Dagdvøljan, 1901
- Tróndur og Sigmundur á Havnartingi. Varðin, 2. bd., 1922
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Tummas Lenvig og Katrin Næs: Tveir yrkjarar úr Kvívík - Fróðskapur 2006, Setursrit 3
Útvortis ávísing
[rætta | rætta wikitekst]- Bókagarður Archived 2008-02-28 at the Wayback Machine.
- Gentukæti Archived 2007-09-28 at the Wayback Machine.
- FF-blaðið um J.P.G..