Midjord
Appearance
Midjord er eitt eftirnavn, sum í 2019 var 36. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Navnið Midjord er av Miðgerði í Kollafirði og er farið um stóran part av landinum. Tað eru nokk so nógv fólk í Suðuroynni, ella fólk ið eru ættaði úr Suðri, ið eita Midjord til eftirnavn, t.d. í bygdini Akrar, vóru tað ein stórur partur av fólkunum, ið búðu har í 1916, tá fólkateljing var, ið høvdu Midjord til eftirnavn, tað vóru 29 av 44 fólkum við eftirnavninum Midjord.[1]
Kend fólk sum eita Midjord:
- Bergur Midjord, føroyskur fótbóltsleikari.
- Dia Midjord, stjóri í Kringvarpi Føroya.
- Niels Midjord, føroyskur tónleikari.
- Poul Johannes Midjord (1823-1908), táttayrkjari av Økrum.
- Sólrun Michelsen (fødd Midjord), føroyskur rithøvundur.
- Sverre Midjord, føroyskur politikari.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Porkeri.info, Fólkatalið á Øgrum 1916". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-06-24. https://web.archive.org/web/20160624194356/http://www.porkeri.info/F%C3%B3lkateljingar/ogrum1916.pdf. Heintað 2014-05-19.