Sverre Midjord
Sverre Ingolf Midjord (føddur 2. apríl 1933 á Tvøroyri, deyður 10. oktober 2016 á Tvøroyri) var ein føroyskur skrivstovumaður, ítróttamaður og politikari (Javnaðarflokkurin). Hann var virkin innan borðtennis, fótbólt og hondbólt í nógv ár. Han sat í stjórnini hjá ÍSF í meira enn 40 ár.[1]
Hann vaks upp hjá ommu og abba sínum, Juliu og Poul J. Midjord. Hann var aktivur innan ítróttin á Tvøroyri, hann íðkaði bæði borðtennis, hondbólt og fótbólt. Hann gjørdist føroyskur meistari í hondbólti við Tvøroyrar Bóltfelag í 1953. Seinni var hann venjari hjá 1. deild í fótbólti 1968–1971,[2] og formaður í felagnum 1970–1972. Hann starvaðist á posthúsinum á Tvøroyri 1950–1969, og frá 1969 til hann kom til pensjónsaldur á Toll- og Skattstovu Føroya á Tvøroyri.
Sverre var býráðslimur í Tvøroyrar býráð 1966–1984 og 1989–2008, hann var borgarstjóri 1967–1984. Hann varð valdur inn á Løgtingið fyri Suðuroyar valdømi 1978–1980, 1990–1994 og 2004–2008, og møtti fast fyri Atla Dam 1975–1978 og 1985–1988.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ isf.fo - Sverre Midjord 80 ár - Heilsan frá fyrrverandi ÍSF-forsetanum Heðini Mortensen, lagt á heimasíðuna hjá ÍSF 4-4-2013.
- ↑ "Sverre Midjord". Faroesoccer.com. http://www.faroesoccer.com/coach.php?coachID=343. Heintað 10. oktober 2016.
- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 318. (PDF Archived 2006-09-27 at the Wayback Machine)
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Sverre Midjord á logting.fo