Eilif Mortansson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Daniel Jacob Eilif Mortensen (betri kendur sum Eilif Mortansson) (14. januar 1916 í Trongisvági1989) var ein føroyskur rithøvundur, sum (undir dulnevninum Gretha Stevns) hevur skrivað eina langa røð av gentuskaldsøgum um Pernille og Susy. Hann skrivaði eisini undir dulnevninum Peter Pløk.[1] Hann skrivaði á donskum. Hann gekk á præliminærskúlanum á Tvøroyri, har hann fekk prógv í 1930, síðan flutti hann til Danmarkar, har hann gekk á Rungsted Gymnasium, har hann fekk prógv í 1933. Hann varð búgvandi í Danmark, giftist í 1942 við Grethe Hansen-Stevns. Hansara fyrsta bók útkom í 1949 við heitinum "Færøske stemninger" (stuttsøgur).[2] Hann læs eitt nú løgfrøði og starvaðist í fleiri ár á tí kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn (Det kongelige Bibliotek).[3] Skaldsøgan Malan, sum kom út á donskum í 1956 er týdd til fleiri mál, eitt nú til týskt, serbiskt, slovenskt, finskt og svenskt.[4]

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

Á donskum[rætta | rætta wikitekst]

Bøkur týddar til føroyskt[rætta | rætta wikitekst]

  • 1948 - Ein ribbaldur (týtt til føroyskt hevur faðir hansara Johan Mortensen og Páll J. Nolsøe)
  • 1992 Ein sjógarpur (týtt til føroyskt hevur Elin Mortensen)
  • 1993 Sjórænaraskip í eygsjón (týtt til føroyskt hevur Elin Mortensen)
  • 1993 Sjórænarar á norðhavinum (týtt til føroyskt hevur Elin Mortensen)
  • 1994 Magnus Heinason-Svíkjari innanborða - 4 (týtt til føroyskt hevur Elin Mortensen)[6]
  • 1995 Magnus Heinason - Seinasta ferð skiparans - 5 (týtt til føroyskt hevur Elin Mortensen)
  • 2000 Snæbjørn (týtt til føroyskt hevur Hans Thomsen)[7][8]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Litteraturpriser.dk Eilif Mortansson (1916-1989)
  2. Litteraturpriser.dk
  3. Bfl.fo Eilif Mortansson
  4. Worldcat.org
  5. Snar.fo
  6. Bfl.fo
  7. Sprotin.fo
  8. books.google.dk