Armgarð Mortensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Armgarð Mortensen er ein føroysk sjónleikarinna og modell. Hon hevur spælt við í fleiri føroyskum filmum, eitt nú spældi hon ein av høvuðsleiklutunum í stuttfilmunum Summarnátt[1] og Vetrarmorgun, sum Sakaris Stórá hevur leikstjórnað og skrivað handrit til. Summarnátt vann tann allarfyrsta Geytan, sum er ein føroysk filmsvirðisløn. Vetrarmorgun varð vístur á Berlinaluni og varð tilnevndur tríggjar virðislønir har, eitt nú Teddy Award, sum verður latin til ein film, ið viðgerð evni um samkyndleika.[2] Hin høvuðsleiklutin í Vetrarmorgun spældi Helena Heðinsdóttir. Hin 14. februar 2014 vann filmurin Vetrarmorgun virðislønin á Berlinaluni í bólkinum The Special Prize of the Generation 14plus International Jury.[3]

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

  • 2014 - Stuttfilmurin Vetrarmorgun, har Armgarð spældi ein av høvuðsleiklutunum vann virðislønina The Special Prize of the Generation 14plus International Jury á Berlinaluni 2014.
  • 2014 - Stuttfilmurin Vetrarmorgun var tilnevndur Teddy Award á Berlinaluni 2014.[4]
  • 2013 - Stuttfilmurin Vetrarmorgun varð tilnevndur Geytan, vann tó ikki.
  • 2012 - Stuttfilmurin Summarnátt vann fyrstu føroysku filmsvirðislønina Geytan, filmsvirðisløn á 25.000 krónur[5], har Armgarð spældi ein av leiklutunum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. imdb.com, Summarnátt (2012)
  2. birkblog.blogspot.com, Sakaris í Teddy práti
  3. berlinale.de, AWARDS AND JURIES IN THE GENERATION SECTION
  4. "nordicstylemag.com, Interview with Sakaris Stórá: Faroese film selected for Berlin International Film Festival". http://www.nordicstylemag.com/2014/02/interview-with-sakaris-stora-faroese-film-selected-for-berlin-international-film-festival/. Heintað 2014-02-15. 
  5. Listinblog.blogspot.dk