Guðrun Mortensen
Guðrun Gudmundsdóttir Mortensen (fødd 1997 á Tvøroyri) er ein føroyskur svimjari. Hon svimur fyri Susvim og fyri Føroyar. Longu sum 14 ára gomul hevur hon veruliga gjørt vart við seg innan svimjing. Hon hevur sett fleiri Føroysk met í svimjing og hevur vunnið gull til Norðurlandameistarastevnu í Íslandi í desember 2011. Hon var einasti føroyingur, sum vann gull til ta kappingina. Guðrun er dóttir Gudmund og Súsonnu Kristinu Mortensen. Guðrun er fimta ættarlið eftir Niels Juel Mortensen ið stovnaði N.J. Mortensen A/S í 1909. Fyritøkan er til enn, pápi Guðruna er stjóri í fyritøkuni, sum eigur fleiri skip og handlar. Fyritøkan var eisini við til at byggja havnaøkið á Tvøroyri út, soleiðis at Varðin P/F úr Gøtu kundi byggja nýggja uppisjóvarvirkið Varðin Pelagic á Havnalagnum á Tvøroyri. Nýggja virkið gav nógv nýggj arbeiðspláss og minkaði um arbeiðsloysi í Suðuroynni og økti um skattainntøkurnar hjá kommununum í Suðuroynni. Í 2012 hevur Guðrun havt ein støðg frá svimjingini, men ætlan hennara er at fara at svimja aftur, og eftir 9. flokk ætlar hon at fara á ítróttarháskúla í Danmark. Í mai 2013 luttók Guðrun á FM stevnuni í Havn. Hon vann eitt nú kappingina í 100 m frí hjá kvinnum og setti nýtt føroyskt juniormet í hesi kapping. Seinasta kappingardagin vann hon gull samam við trimum øðrum ungum kvinnum/gentum úr Susvim í 4 ferðirnar 50 metrar frísvimjing, tær vunnu við tíðini 1.47.15, sum var nýtt føroyskt met (senior met). Hin 21. mai 2013 varð hon úttikin til Føroyska svimjilandsliðið (Juniorlandsliðið), sum skal luttaka á EJM í svimjing í Poznan í Póllandi, 10. - 14. juli 2013.[1]
Lívsleið innan svimjing
[rætta | rætta wikitekst]FM 2010
[rætta | rætta wikitekst]Guðrun hevur gjørt vart við seg sum blaðung. Longu sum 13 ára gomul vann hon føroyameistaraheitið fyri vaksin í 50 m frí, tað var í 2010.[2]
FM, NJM og aðrar kappingar í 2011
[rætta | rætta wikitekst]Sum 14 ára gomul setti hon føroyskt met í 50 m frí, fyrst við tíðini 26.40 sekund á FM/JM 2011,[3] tá svam hon seg eisini til eina gullnál,[4] og so betraði hon sítt egna met á HS Stevnu 2011 í Havn við tíðini 26.37 sek. Talan var bæði um føroyskt met fyri vaksin og juniormet.[5] Á triðja sinni sama árið betraði hon metið hjá sær í 50 m frí, tá hon vann gull á NJM svimjistevnu í Íslandi hin 11. desember 2011.[6] Guðrun var eisini við til at seta met í liðsvimjing í 4x200m frí á NJM 2011 saman við Tanju Skaalum, Ceciliu W. Eysturdal og Jonnu B. Thomsen. Tær svumu við tíðini 8:37.77.[7]
FM 2013
[rætta | rætta wikitekst]Guðrun Mortensen luttók á FM stevnuni í svimjing í Havn í mai 2013. Hon vann fleiri kappingar og setti eisini føroysk seniormet og føroysk juniormet.
- 4 x 50 m frí - Gull og føroyskt met við tíðini 1:47.15[8]
- 100 m frí - Gull við tíðini 57.62, sum var nýtt føroyskt juniormet[9]
DM 2013
[rætta | rætta wikitekst]Guðrun luttók á Vestdanske Mesterstævne í Århus í oktober 2013. Hon gongur í løtuni (2013) á eftirskúla niðri og svam fyri Bernstorffsminde Efterskole.
- Bronsu í 50 m frí við tíðini 27.21[10]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Svimjing.com
- ↑ Susvim.mono.net
- ↑ Livetiming.se, Resultater for Føroyameistarastevnan 2011, Úrslit Kapping 25 (Finalur) Senior - Við stigum og millumtíðum.
- ↑ Svimjing.com, Guðrun 26.40 og føroyskt met í 50 frí
- ↑ Svimjing.com, Tvey føroysk met og eitt junior met í morgun
- ↑ Sudurras.info, Guðrun Mortensen gull á 50 m. frí við NJM í Íslandi
- ↑ SSF.fo, Føroysk met (25m)
- ↑ Livetiming.dk, 4x50 m frí, kvinnur
- ↑ Livetiming.dk, 100m firvald, kvinnur
- ↑ Svimjing.org
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Guðrun á Rankings.belswim.be, bestu tíðir[deyð leinkja]
- Susvim.mono.net, Suðuroyar Svimjifelag (SUSVIM)
- Svimjing.com
- SSF.fo, Svimjisamband Føroya