Michele Bachmann
Michele Bachmann | |
---|---|
Michele Bachmann í Washington DC, 2007.
| |
Føddur | 6. apríl 1956 Waterloo, Iowa USA |
Útbúgving | Løgfrøði |
Yrki | Politikar (R) |
Trúgv | Lutherskur |
Michele Marie Bachmann (fødd 6. apríl 1956) er Republikanskur limur í Umboðsmannaráðnum fyri Minnesota. Hon er fødd í Iowa og býr nú í Stillwater, Minnesota. Hon er 100 % ættað úr Noregi [1]. Hon er í løtuni fremsta talskvinnan hjá teirri sokallaðu Tea Party-rørsluni, sum savnar misnøgdar amerikanarar og serliga republikanarar ímóti Barack Obama, forseta og hansara politikki. Bachmann er gift við Marcus Bachmann, og tey eiga 5 børn: Lucas, Harrison, Elisa, Caroline og Sophia [2].
Gitingar hava leingi verið um, at hon ætlar at stilla upp til amerikanska forsetavalið fyri Republikanararnar í 2012. 28. juni 2011 boðaði Michele Bachmann frá, at hon er almennur kandidatur til nomineringina hjá Republikanarunum til forsetavalevni í 2012). Tað var í føðibýi hennara, Waterloo í Iowa, at Michele Bachmann boðaði frá, at hon er almenni kandidaturin hjá Tea Party til dystin um forsetavalevnið hjá Republikanarunum.
Michele Bachmann hevur ikki púra einki at hava sín kandidatur í. Við eina "hypotetiska avkvøðugreiðslu" millum Tea Party viðhaldsfólk fekk hon 29 % av atkvøðunum, munandi meiri enn handilsmaðurin Herman Cain (16 %) og Mitt Romney (14 %) [3]. Tá fremstu Republikanararnir kjakaðust í sjónvarpi, varð Bachmann mett at klára seg nógv best [4], so tað er langt frá óhugsandi, at USA fyri fyrstu ferð kann fáa eitt kvinnuligt forsetavalevni. Tað var nær við fyri trimum árum síðani, men Hillary Clinton (D) mátti kortini lúta fyri verandi forsetanum, Barack Obama (D).
56 ára gamla Bachmann er konservativ; hon er m.a. hart í móti fosturtøku.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ NRK.no
- ↑ http://old.news.yahoo.com/s/nm/20110626/pl_nm/us_usa_campaign_bachmann[deyð leinkja]
- ↑ http://www.usatoday.com/news/politics/2011-06-25-iowa-poll_N.htm
- ↑ http://www.cnn.com/2011/POLITICS/06/14/bachmann.profile/index.html