Hillary Clinton

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Hillary Rodham Clinton
Hillary Rodham Clinton í 2009
Clinton in 2009
67. Uttanríkisráðharri í USA
Í embæti
21. januar 2009 – 1. februar 2013
Forseti Barack Obama
Varamaður James Steinberg
William Joseph Burns
Undanmaður Condoleezza Rice
Eftirmaður John Kerry
United States Senator
frá New York
Í embæti
3. januar 2001 – 21. januar 2009
Undanmaður Daniel Patrick Moynihan
Eftirmaður Kirsten Gillibrand
First Lady of the United States
Í embæti
20. januar 1993 – 20. januar 2001
Undanmaður Barbara Bush
Eftirmaður Laura Bush
First Lady of Arkansas
Í embæti
11. januar 1983 – 12. desember 1992
Undanmaður Gay Daniels White
Eftirmaður Betty Tucker
Í embæti
9. januar 1979 – 19. januar 1981
Undanmaður Barbara Pryor
Eftirmaður Gay Daniels White
Persónlig kunning
Fødd(ur) Hillary Diane Rodham
(1947-10-26) oktober 26, 1947 (aldur 67)
Chicago, Illinois, USA
Politiskur flokkur Democratic (1968–nú)
Onnur politisk
tilknýti
Republican (Áðrenn 1968)
Hjúnafelagi(ar) Bill Clinton (1975–nú)
Børn Chelsea
Alma mater Wellesley College
Yale Law School
Átrúnaður Methodism (United Methodist Church)
Undirskrift
Heimasíða www.hillaryclinton.com

Hillary Diane Rodham Clinton (f. 26. oktober 1947 í Chicago, Illinois) er ein amerikanskur politikari, fyrrverandi uttanríkisráðharri í USA. Clinton er fødd í 1947. Hon las jura á Yale Law School í Connecticut, og her hitti hon tann unga Bill Clinton, sum gjørdist maður hennara. Tá hon var liðug við lesnaðin, fekk hon starv í amerikanska parlamentinum. Hon arbeiddi hart og fekk við tíðini nógv álitsstørv, og serliga nógva orku legði hon í at betra umstøðurnar hjá børnum og familjum. Hesi árini stríddi Bill Clinton seg fram til forsetaembætið, og Hillary Clinton legði eisini stóra orku í at hjálpa honum fram. Í 1993 eydnaðist tað Bill Clinton at blíva forseti. Hillary bleiv sostatt fyrstadama í USA inntil 2001, tá Bill Clinton fór frá sum forseti.

Clinton var á mangan hátt ein ótraditionel fyrstadama. Hon er tann fyrsta amerikanska fyrstadaman við hægri útbúgving, og hon uppgav ongantíð sína egnu karrieru. Hon bleiv vald í senatið í 2000 og aftur í 2004. Longu í oktober 2002 nevndi The New York Times Hillary Clinton sum ein potentiellan kandidat til forsetaembætið eftir George W. Bush. Síðan tá hevur amerikanska magasinið Forbes mett hana sum eitt av máttmiklastu fólkum í heiminum. Í januar 2007 kunngjørdi hon, at hon ætlaði sær at stilla upp til forsetavalið í 2008. Tað eydnaðist henni tó ikki at gerast valevni hjá Demokratunum, tað gjørdist Barack Obama, ið vann fleiri av teimum innleiðandi valunum í amerikansku statunum enna Hillary Clinton gjørdi. Hin 12. apríl 2015 kunngjørdi hon, at hon var valevni til amerikanska forsetavalið 2016.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið