Kalda kríggið
Síðan 16. øld og fram til Seinna heimsbardaga var Evropa maktmiðdepilin í heiminum. Mong evropeisk lond framdu hjálandsstjórnamál og tað gjørdi at Evropa í stóran mun gjørdi at tað grundarlagið undir búskaparligu menningini í Evropa treivst væl.
Heimurin var býttir ímillum Vesturheim og Eysturheim. Og tað vóru tvey lond ið bardust um oddasessin, megi og tað var USA og Sovjetsamveldið.
USA hevði stóra frammgongd við rúmdartøkni, men Sovjet sendu tann fyrsta fylgisvein í rúmdini, stutt aftaná tað kundi Sovjet ikki hava ráð at reka teirra rúmdartøkni, men nøkur ár aftaná tað vildu amerikanarar vera fyrstur at vera á mánanum og tað eydnaðist í árinum 1969.
Sambandsríki Amerika og Sovjetsamveldið hevði størsta herin í heiminum, tað kalda kríggið var ikki nakað beinleiðis kríggj við hvønn annan, men meira politist, hernaðaætlanir, kjarnorkubombur og við rúmdaratøknum. Sovjet megnaði at senda ein fylgisvein í rúmdina, fylgisveinurin kallaðist “Sputnik”, og seinni var tann fyrsti maðurin sendur í rúmdina, og hann var eisini ein russari.
Aftaná seinna heimsbardaga byrjaði tað Kalda kríggið at byggja seg upp við at tann berlinski múrurin bleiv bygdur, harvið bleiv vestur og eystur deilt upp. Vesturheimurin var í helium betri fíggjarligt enn Eysturheimurin, men í Vesturheiminum kundi fólk verða gjørd sek fyri at verða kommunist, meðan í Eysturheiminum kundi fólk verða gjørd sek fyri at verða kapitalistar ella heimsveldisligur (imperialistur).
Løgtingið hevði samtykt at Føroyar skuldi haldast uttanfyri allar hernaðarsamgongur, men Føroyar vóru lýstar sum limur í NATO í 1952. Í 1958 gav Landsstýrið NATO loyvi at byggja á Sornfelli og eina Loran C støð á Eiði.