Hans Pauli Strøm
Appearance
Hans Pauli Torkilssonur Strøm (føddur 28. desember 1947 í Vági) er sosiologur og fyrrverandi politikari fyri Javnaðarflokkin.
Hans Pauli Strøm hevur útbúgving sum sosiologur (cand. scient. soc.) og hevur hann starvast á Hagstovu Føroya síðani 1988.
Hann sat sum løgtingslimur 1998-2002 og var aftur valdur valskeiðið 2008-2011, men var ikki afturvaldur við løgtingsvalið 2011. Hann var landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum 2004-2008, aftur í 2008 (CHE-samgongan), og aftur 2008-2009, hesuferð í heilsumálum. Hann legði frá sær í 14. juli 2009.
Á løgtinsvalinum 2019 varð dóttir Hans Paula, Ingilín Didriksen Strøm, vald í løgtingið fyri Javnaðarflokkin.[1]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Tíggju vald inn á løgting fyri fyrstu ferð, portal.fo, 1. september 2019
- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 351. (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)