Grandma's Basement

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Grandma's Basement er ein tónleikabólkur úr Klaksvík. Hann spælir rock og syngur á føroyskum. Klaksvíksbólkurin byrjaði, sum navnið eisini sipar til, í kjallarinum hja Ommu Thorvald, trummusláarinum. Grandma's Basement spælir sín egna tónleik, og sjangran er poppur/rokkur. Bólkurin spælir eisini coverløg, sum "All That Rain", osfr. Higartil hevur bólkurin spælt í Klaksvíkar Klubba (Club 700 nú), Mentanarhúsinum í Fuglafirði, Summarfestivalinum, -høllini, Badmintonhøllini í Klaksvík og VB-húsinum í Vági. Bólkurin hevur eisini verið spældur í útvarpinum, og sangurin "Hon Fær Ongantíð Nokk" lá nr 1 á 15 Teimum Bestu í 6 vikur.

Manning[rætta | rætta wikitekst]

Limir í bólkinum:

  • Jón Jacobsen, sangur
  • Hans Andrias Jacobsen, gittar og sangur
  • Rógvi Olsen, gittar og sangur
  • Jóannes Viðbjørg, bassur
  • Símun í Heimustovu, gittar og sangur
  • Thorvald Danielsen, trummur

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Faroepodcast.blogspot.com