Flóðaldur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
26. desember í 2004 var ein jarðskjálvti vestan fyri indonesisku oynna Sumatra. Fáar tímar seinni høvdu stórar flóðaldur rakt ellivu lond kring Indiahav. Meir enn 250.000 fólk lótu lív av hesari hendingini.

Flóðaldur eru vanligast í Kyrrahavsøkinum. Tað japanska heiti fyri flóðaldur er tsunami, og er hetta fyribrigdi best kent við japanska heitinum í altjóða lesnaðinum. Gos og jarðskjálvtar á havbotninum kunnu elva til ovurstórar aldur, sonevndar flóðaldur. Tær flyta seg skjótt yvir havið. Alduferðir hava verið máldar til 750 km/t. Úti á havinum eru aldurnar bara hálvan metur høgar, men tá tær koma at landi og verða steðgaðar, vaksa tær og kunnu verða meira enn 20 metrar høgar. Síðani stoyta tær seg við eini øgiligari kraft inn yvir land og kunnu oyðileggja alt, sum fyri er. Ein jarðskjálvti út fyri Sumatra í Indonesia í 2004 elvdi til eina aldu, sum skolaði inn á Indonesisku strondina og eisini ferðaðist tvørtur um Indiska Havið og rakti indisku strendurnar. Skjálvtin máldi 9,0 á Richterstiganum. Hægstu aldurnar vóru helst 25 metrar høgar. Millum 250.000 og 300.000 fólk lótu lív. Teirra millum vóru næstan 900 ferðafólk úr Norðurlondum. Fimm milliónir gjørdust heimleys. Tann 11. mars 2011 var ein ógvusligur jarðskjálvti í havbotninum eystur úr Japan, sum elvdi til eina flóðaldu. Serliga norður Japan varð meint rakt og um 20.000 fólk mistu lívið. Flóðaldur eru sjálvsamar á okkara leiðum, men slíkar hendingar eru av og á her í Føroyum. Tað er tó langt síðani, at flóðaldur, ið kunnu samanberast við oyðileggjandi aldurnar í fjareystri, hava rakt Føroyar.

Flóðaldur við Føroyar[rætta | rætta wikitekst]

Flóðaldur, sum kunnu samanberast við tær í fjareystri, hava vit ikki havt her á leiðunum síðani umleið ár 6000 ár fyri Krist. Tá var eitt omanlop á kantinum av norska landgrunninum, sum elvdi til eina rættuliga stóra tsunamialdu í Norðurhøvum. Henda hendingin er kend sum Storeggaaldan. Model útrokningar hava víst, at aldan var umleið 10 m. høg, tá hon kom inn á føroyska landgrunnin. Kanningar av botnsedimentunum í vøtnunum suðuri í Vági og Niðri á Vatninum á Eiði vísa, at tað breyt inn í hesi vøtnini í hesari hendingini. Ein líknandi, men ikki so ógvuslig hending var í 1969, tá ein harður jarðskjálvti rakti Gorringe Bankan í ein útsynning úr Portugal. Hesin skjálvtin skapti eina flóðaldu, sum rakti strendurnar hjá Portugal, Spania, Marokko og oyggjarnar har um vegir. Á evropeiska meginlandinum gjørdi aldan í hesari hendingini ikki so nógv um seg, men ótti kom tó á fólk, serliga í Portugal, tí í 1755 varð Lissabon so at siga lagdur í oyði av slíkari hending. Vit eru tó ikki vitandi um nakra frásagnir, sum vísa at hesar hendingarnar hava rakt Føroyar.

Í 2008 var ein minni flóðaldu hending, sum serliga gjørdi um seg í Hvannasundi, men eisini merktist í Kollafirði og aðrastaðni í Føroyum. Líknandi fyribrigdir hava verið fyrr, m.a. í bókini "Sørvágur og sørvingar" skrivar Sonni Jacobsen um eina flóðaldu, sum knappliga kom inn á sandin í Sørvági í annars besta veðri bæði á landi og á sjónum. Hetta var tann 14 august í 1916. Eisini eru frásagnir, sum benda á, at sama alda gjørdi um seg á Miðvági. Orsøkina til hesar hendingarnar vita vit ikki enn, men omanlop onkunstaðni á havbotninum ella serlig veðurfyribrigdir úti á opnum havi eru tvey av boðunum. Flóðaldur kunnu eisini koma av omanlopum, og slíkt dømi er hendingin í 1953, tá eitt omanlop á Kalsoynni skapti eina aldu, sum fylti gjónna norðuri við Gjógv. Hesa aldu merktu tey eisini í Leirvík, men tó í nógv minni mun.