Sonni Jacobsen
Appearance
Sonni Jacobsen (føddur hin 19. februar 1959 í Sørvági) er ein føroyskur rithøvundur. Foreldrur hansara vóru Herluf og Charlotta Jacobsen í Sørvági. Frá hann var 3 ára gamal vaks hann upp hjá pápabeiggjanum, Jóhan á Ørg og konu hansara Lenu í Sørvági orsakað av, at mamman var vorðin sjúk og pápin sigldi.[1] Hann hevur útgivið tvær bøkur um Sørvágs søgu, fýra skaldsøgur, tvær metbøkur og eina bók sum eitur Greinar og rit. Fyrsta bókin ið hann gav út var bygdasøgan "Sørvágur og sørvingar I", sum kom út í 1995.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Skaldsøgur
[rætta | rætta wikitekst]- 1997: Myrkar nætur. (skaldsøga). Forlagið Ytstifjórðingur
- 1998: Teir bláu. (skaldsøga). Forlagið Ytstifjórðingur
- 1999: Úr támi tíðarinnar. (skaldsøga). Forlagið Ytstifjórðingur
- 2003: Eitrandi blóð. (skaldsøga). Forlagið Ytstifjórðingur
Bygdarsøgur
[rætta | rætta wikitekst]- 1995: Sørvágur og sørvingar I. (bygdarsøga). Forlagið Ytstifjórðingur
- 1996: Sørvágur og sørvingar II. 1996 (bygdarsøga). Forlagið Ytstifjórðingur
Aðrar útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 2000: Greinar og rit. 2000 (ritsavn). Forlagið Ytstifjórðingur
- 2000: Metbókin 2001. (metbók). Forlagið Føroya Met
- 2004: Metbókin 2005. (metbók). Forlagið Føroya Met
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "rit.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-09-27. https://web.archive.org/web/20130927121651/http://www.rit.fo/support. Heintað 2013-11-16.