Cape Town

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Cape Town, Suðurafrika
Cape Town Montage 2015.png
Skjøldur Kort
Coat of arms of Cape Town, South Africa.jpg Map of the Western Cape with Cape Town highlighted (2016).svg
Grunddáta
Land: Suðurafrika Suðurafrika
Grundlagdur: 1652
Vídd: 2.454,7 km²
Íbúgvar (2011): 3 740 026
Fyri km²: 1.524/km²
Borgarstjóri: Dan Plato (DA)
Heimasíða: www.capetown.gov.za

Høvdastaður (føroyskt heiti), Cape Town (enskt heiti), Kaapstad (afrikaans heiti) ella iKapa (xhosa heiti) er høvuðsstaður í Suðurafrika. Høvdastaður á Høvdanesi er undir stórsligna Taffelfjallinum. Á Høvdanesi vaksa mangar plantur og blómur, sum ikki vaksa aðrastaðni í heiminum.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Í 1652 sendi Niðurlendska Eysturindiafelagið 80 niðursetumenn við Jan van Riebeeck á odda at leggja grundarlag undir eina handilsstøð á syðsta útnesi í Suðurafrika. Støðin skuldi verða útgerðarhavn hjá skipum, sum sigldu úr Evropa til Ásia og heimaftur. Býurin var tætt við Góðvónarhøvda, og varð nevndur Cape Town. Tað var trupult hjá niðursetumonnunum í fyrstuni, men í 1680-árunum komu hugenottar, sum vórðu flýddir undan átrúnaðarjagstran í Fraklandi og búsettu seg har. Tá gjørdist teir fjølmentari og betur gekk í hond. Frá byrjan var kaldligt ímillum evropear og afrikanar. Niðursetumenninir settu afrikanarar at arbeiða fyri seg og fóru at keypa trælir úr Guinea, Madagaskar og Angola. Í 1690-árunum løgdu um 200 skip at í havnini í Cape Town um árið.

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 33°55′31″S 18°25′26″E / 33.92528°S 18.42389°E / -33.92528; 18.42389

Keldur[rætta | rætta wikitekst]