Jump to content

Brandur Suðuroy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Brandur Suðuroy í hansara fyrsta Vodafonedysti, sum var 22. august 2010, tá FC Suðuroy vann 2-1 móti B36.

Brandur Magnussen Suðuroy (føddur 4. juli 1994) er føroyskur fótbóltsleikari, miðvallaleikari og áleypsleikari. Hann spælir við FC Suðuroy og við U19 landsliðnum hjá Føroyum. Hann hevur fyrr spælt við U17 og U15 ungdómslandsliðunum hjá Føroyum. Brandur spældi sín fyrsta dyst í bestu føroysku fótbóltsdeildini 22. august 2010, tá FC Suðuroy vann 2-1 á B36.[1]

Luttók í UEFA 2012 undankapping fyri U19 lið

[rætta | rætta wikitekst]

Brandur Suðuroy luttók fyri Føroyar á U19 landsliðnum í EM undankapping. Føroyar vann ein dyst 4-0 móti San Marino, tapti 9-1 móti Portugal og tapti 3-1 móti Ungarn. Føroyar endaði næstniðast í bólkinum við 3 stigum, Portugal vann dystin við 7 stigum, Ungarn fekk eisini 7 stig og San Marino endaði niðast við ongum stigi.[2]

Luttók í UEFA 2011 undankappingini fyri U17 lið

[rætta | rætta wikitekst]

Í 2010 spældi hann 3 dystir fyri Føroyar í UEFA undankappingini 2011 í Ungarn fyri dreingir U17. Dystirnir vóru móti Slovakia, sum vann 3-0, Ungarn, sum vann 2-0 og so spældu teir javn móti Andorra 0-0. Føroyar hevði betri málúrtøku enn Andorra og endaði tí sum nummar 3 av 4 liðum í bólki 10.[3]

Brandur Suðuroy og Christian R. Mouritsen í Vodafonedystinum millum FC Suðuroy og B36 22. august 2010. FC Suðuroy vann dystin 2-1.
  1. Sudurras1.com[deyð leinkja], FC Suðuroy úr botninum við sigri ímóti B36.
  2. UEFA.com, Brandur Suðuroy, UEFA Under-19 Championship.
  3. UK.UEFA.com[deyð leinkja]

Útvortis ávísingar

[rætta | rætta wikitekst]