Boko Haram

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Endamálið hjá felagsskapinum Boko Haram er at seta á stovn eitt islamskt ríki í Nigeria.

Boko Haram er ein muslimskur yvirgangsfelagsskapur, ið hevur til endamáls at stovna eitt islamskt ríki í Nigeria. Boko Haram hevur verið í kríggj við nigeriansku stjórnina seinastu fimm árini (2010-2015). Felagsskapurin hevur havt stóra framgongd í 2015, og eru møguliga best kendur fyri at hava burturflutt 276 skúlagentur í apríl 2013. Seinni eydnaðist nøkrum gentum at flýggja frá burturflytarunum, men Boko Haram heldur framvegis aftur 219 nigeriskar skúlagentur. Í mars 2015 svór felagsskapurin trúskap til Islamska Statin (IS), ið eisini virkar fyri einum islamskum ríki, og hevur lagt stór landaøkir undir seg í Irak, Sýria, Libya og aðrastaðni. Boko Haram hevur fyrst og fremst virkað í norðara partinum av Nigeria, men eru eisini komnir niðan í Kamerun og Niger.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið