Islamski Staturin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Islamski Staturin stytt IS, Isis eller Isil (Fyrimynd:Lang-ar ad-Dawla al-Islamiyya (fi al-Iraq wa al-Sham) (Daesh)) er ein sunniislamistisk rørsla, av fleiri londum skýrdur sum yvirgangsfelagsskapur, ið fyrst og fremst er virkin í Irak og Sýria. IS hevur í 2014 stovnað eitt kalifat, eitt Islamskt ríki, í pørtum av Sýria og Irak. Felagsskapurin hevur síðani november 2014 eisini fingið fótafesti í Libya og hevur spakuliga voksið seg fram í landinum, meðan Vesturheimurin, við USA á odda, hevur bumbað stríðsfólkini hjá IS í Sýria og Irak. IS virðir ikki fornaldar virðir og hevur í mars 2015 sett í verk oyðileggingar av fornaldarøkinum Nimrud. IS er eisini kent fyri at burturføra vesturlendingar og hevur hótt við at myrða fólkini. Tá ið teirra krøv ikki verða eftirlíkaði, so avrætta teir hesi fólk, og tað gera teir t.d. við at hálshøggja tey fyri opnum skermi, meðan teir sjálvir hava masku fyri andlitið, so teir ikki skulu kennast aftur.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið