Arabiska várið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
  Kollvelting
  Sivil líðing og kollvelting í stjørnini
  Kollvelting í stjørnini
  Stór mótmæli
  Smá mótmæli

Arabiska Várið, sum byrjaði í Tunesia í 2011, breiddi seg skjótt til onnur arábisk lond, og tað førdi til ófrið í Libya, Egyptalandi, Tunesia, Jemen, og Sýria, sum síðani kom út í eitt blóðugt borgarakríggj. Arábiska Várið byrjaði í Tunesia, tá ið ein ungur maður, nevndur Mohamed Bouazizi, 17. desember 2010 setti eld á seg sjálvan sum eitt mótmæli ímóti korruptión og ágangi frá tunesisku myndugleikunum. Tað vóru hendingarnar í Tunesia, sum settu eld í stórar partar av tí arábiska heiminum og elvdu til stórar kravgongur og mótmæli til frama fyri nøkur heilt grundleggjandi mannarættindi í fleiri av londunum innan Arábisku Samgonguna. Úr Tunis breiddu mótmælini seg til fleiri lond í Miðeystri – millum annað til Egyptaland, Jemen og Sýria. Í Sýria er tvídrátturin vorðin til eitt sera blóðugt og harðligt borgarakríggj við fleiri enn 400.000 deyðum, samstundis sum fleiri milliónir eru flýdd úr landinum. Arabiska Várið er, síðan tað byrjaði í 2010, vorðið ein av teim størstu humaniteru kreppunum, vit hava sæð síðani Seinna heimsbardaga.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]