15. mai
Appearance
<< | Mai 2024 | >> | ||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | ||
6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 | 12 |
13 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 | 19 |
20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 |
27 | 28 | 29 | 30 | 31 | ||
MMXXIV |
15. mai er dagur 135 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 136 um skotár). Tað eru 230 dagar eftur av árinum. Dagurin kallast eisini halvarðsøka eftir norska halgimenninum Hallvarði. Sagt verður, at ternan kemur á halvarðsøku.
Hendingar
- 1567 - Maria Stuart, skotadrotning, giftir seg við James Hepburn, ið fær heitið hertugin av Oknoyggjum.
- 1811 - Paraguai verður sjálvstøðugt.
- 1928 - Teknimyndafigururin Mickey Mouse, hjá Walt Disney, verður at síggja fyri fyrstu ferð í stuttfilminum Plane Crazy.
- 1940 - McDonald's opnar sína fyrstu matstovu í Kalifornia, USA.
- 1972 - Japanska oyggin Okinawa verður japonsk aftur, eftir at hava verið hersett av amerikanarum í 1945.
- 2006 - FaroeJet flýgur sín fyrsta flogtúr, millum Kastrup Flogvøll og Vága Floghavn.
- 2013 - Barnagarðurin Eikilund læt upp á Kráarvegi í Vági, hann er 350 m2 til støddar og hevur 6 stovur.
Føðingar
- 1567 - Claudio Monteverdi, italskt tónaskald (d. 1643)
- 1773 - Klemens von Metternich, eysturríkskur politikari (d. 1859)
- 1859 - Pierre Curie, franskur alisfrøðingur (d. 1906)
- 1903 - Maria Reiche, týskur støddfrøðingur og fornfrøðingur (d. 1998)
- 1937 - Madeleine Albright, fyrsti kvinnuligi uttanríkisráðharri í USA (d. 2022)
- 1948 - Brian Eno, bretskur tónleikari.
- 1964 - Lars Løkke Rasmussen, danskur politikari og forsætisráðharri Danmarkar.
- 1981 - Patrice Evra, franskur fótbóltsleikari.
- 1987 - Andy Murray, skotskur tennisleikari.
Andlát
- 1886 - Emily Dickinson, amerikanskt skald (f. 1830)
- 1929 - Søren Henrik Theodor Sørensen, Føroya próstur 1878-84.
- 1991 - Max Frisch, sveisiskur rithøvundur (f. 1911)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |