Madeleine Albright
| Madeleine Albright | |
|---|---|
| 64. uttanríkisráðharri í USA | |
| Í embæti 23. januar 1997 – 20. januar 2001 | |
| Forseti | Bill Clinton |
| Varamaður | Strobe Talbott |
| Undanmaður | Warren Christopher |
| Eftirmaður | Colin Powell |
| 20. ST-Ambassadørur hjá USA | |
| Í embæti 27. januar 1993 – 21. januar 1997 | |
| Forseti | Bill Clinton |
| Undanmaður | Edward J. Perkins |
| Eftirmaður | Bill Richardson |
| Persónlig kunning | |
| Fødd(ur) | Marie Jana Korbelová mai 15, 1937 Prague, Kekkoslovakia (nú Kekkia) |
| Andaðist | 23. mars 2022 (84) |
| Politiskur flokkur | Demokratiski Flokkurin |
| Hjúnafelagi(ar) | Joseph Medill Patterson Albright (g. 1959–1982; skild) |
| Børn |
|
| Foreldur | Josef Korbel Anna Spieglová |
| Alma mater | |
| Átrúnaður | Episkopal (Fyrr Katólsk) |
| Undirskrift | |
Madeleine Korbel Albright (15. mai 1937 í Prag, Kekkia - 23. mars 2022) var amerikanskur politikari. Hon var uttanríkismálaráðharri frá 1997 til 2001 undir demokratiska forsetanum Bill Clinton.
Lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Madeleine Albright var fødd sum Marie Jana Korbelová í Prag í 1937. Familjan, sum var jødisk, flýddi undan nazistunum, og tað mesta av barnaárunum búði Albright í Onglandi. Eftir kríggið var hon nøkur fá ár í Kekkia, og í 1948 búsettist hon í Amerika, 11 ára gomul. Hon tók útbúgving í søgufrøði og bleiv seinri professari.
Í 1993 varð hon útnevnd til ST-ambassadør fyri USA. Í 1996 útnevndi Bill Clinton, forseti, hana sum utanríkisráharra nr. 64 í Amerika – og tann fyrsta kvinnuliga. Hon fór frá í 2001 og starvast nú sum søguprofessari við Georgetown University í Washington DC. Haraftrat er hon virkin í vinnulívinum, m.a. sum ráðgevi. Hon dugir qua sína positión og sítt globala netverk avbera væl at sparka hurðar upp.
Hon hevur skrivað endurminningar við heitinum "Madam Secretary" (2003). Í bókini sigur hon m.a., at kvinnur mugu vera strategiskar, samstarva og netverka og hjálpa hvør aðrari til makt og ávirkan. Netverk – bæði við og uttan menn – er vegurin fram. Tað er Albright, sum eigur nógv brúkta sitatið: "Tað finst eitt serligt pláss í helviti fyri kvinnur, sum ikki hjálpa hvør aðrari".
