Jump to content

Sosialisma

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 2. sep 2015 kl. 21:27 av MGA73bot (kjak | íkøst) (bottur leggur aftrat {{Commonscat|Socialism}})
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)
Karl Marx.

Sosialisma, eisini nevndir javnaðarstevna, er ein politisk hugsjón, sum kann sigast at hava søguligar røtur langt aftur í tíðina. Men teir fyrstu sosialistnir í modernaðari tíð vóru Henri Saint Simon og Charles Fourier í Fraklandi og Robert Owen í Onglandi. Seinni kom Karl Marx og Friedrich Engels á pallin. Teir grunnløgdu tað vísindaligu sosialismuna í mótsetning til sosialismuna hjá Saint Simon og Owen sum teir kallaðu utopiska. Marx finst at kapitalistiska marknaðarbúskapinum og harvið privata ognarættinum til framleiðslutólini. Hansara atfinnagar eru grundaðar á kanningar av kapitalistiska búskapinum. Í sínum høvuðsverki Kapitalurin vísur hann at fríi marknaðurin skapar permanent afturvendandi kreppur og er ein forðing fyri búskaparligum vøkstri og tøkniligum framburði. Afturat tí skapar kapitalisman fátækradømi fyri serliga arbeiðarastættina. Hansara alternativ til marknaðarbúskapin er ætlanarbúskapurin, har staturin eigur meginpartin av framleiðslutólinum. Staturin skal stýra marknaðarkreftinum. Á tann meinar Marx at tað kann sleppast undan afturvendandi kreppinum.

Máli hjá sosialsmuni er at avskaffa fátækradømi, samfelagsstættirnar og statin. Marx meinti at sosialisma bara kundi koma ígjøgnum við eini kollvelting. Marx greiddi frá at sosialismu fyrsta stigi á leiðini til kommunismu. Ein tílík kollvelting bleiv veruleiki í 1917 við Vladimir Lenin á odda. Seinni er kommunisma ofta sett í samband við stýri í Sovjet.

Arðir sosialistar sum sosial-demokratarnir meina ikki at tað er neyðugt at við kollvelting fyri at innføra sosialsmu. Greiðastu mótsetningar til sosialismu eru kapitalisma og liberalisma.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið