Marknaðarbúskapur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Free Trade and Protection.jpg

Sambært marknaðarbúskaparliga ástøðinum er tað uppgávan hjá einstøku fyritøkuni støðugt at menna framleiddu vøruna fyri so lágan prís sum gjørligt, so hon er kappingarfør mótvegis vørum av nøkulunda sama slag. Sagt verður, at einstaka fyritøkan við at røkja egin búskaparlig áhugamál fremur tað, sum tænir samfelagnum best. Hvørki marknaðarskipanin ella aðrar skipanir forða fyri, at monopol ella støður, ið minna um monopol, taka seg upp. Kostnaðarviðurskiftini kunnu natúrliga hava við sær, at summar vinnur hava fyrimun av stórdrift, og at stórar fyritøkur megna at framleiða vørur fyri lægri prís enn smáar. Hinvegin hava framkomin lond kappingarlógarreglur, sum beinleiðis ella óbeinleiðis forða fyri tílíkum óynsktum avleiðingum av marknaðarskipanini. Hóast marknaðarskipanin viðhvørt kann ávirka arbeiðsútboðið ella býtið millum ognir og inntøkur, hava flestu fólkaræðisligu londini rættiliga frælsar marknaðarskipanir og lata í grundregluni vera við at seta í verk verjutiltøk.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]