Jump to content

Ætlanarbúskapur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Stýring ella frí kapping; ætlanar- ella marknaðarbúskapur. Í ætlanarbúskapinum eru tað politikararnir, ið gera av, hvat ið verður framleitt, og hvat ið verður brúkt.

Ætlanarbúskapur byggir á tankarnar hjá Karl Marx um felags ognarætt til framleiðslutólini. Ymsar eru fatanirnar av politikki og búskapi. Tí eru eisini ymsar búskaparligar grundskipanir. Skilt verður í høvuðsheitum ímillum tríggjar grundskipanir: ætlanarbúskap, blandbúskap og marknaðarbúskap. Hendan búskaparskipanin hevur serliga verið roynd í m.a. gamla Sovjetsamveldinum, í Norðurkorea, í Kuba og í Eysturevropa. Grundleggjandi er, at avgerðir um framleiðslu, vøruprísir og íløgur verða tiknar av myndugleikum út frá tí, at hetta skal gagna samfelagnum, og ikki við vinningi fyri eyga. Ástøðiliga skal ætlanarbúskapurin tryggja samfelagsligu áhugamálini, soleiðis at íbúðir og matvørur eru bílig, at bara verður framleitt tað, ið brúk er fyri og bara neyðugar íløgur verða gjørdar.



Fyri nøkrum árum síðani var tað vanligt í teimum sokallaðu sosialistisku londunum, at politikarar ella myndugleikar stýrdu búskapinum. Marknaðarkreftirnar fingu ikki høvi at virka. Politikarar gjørdu av, hvussu nógv og hvat skuldi verða framleitt av teimum ymsu vørunum, og gjørdu soleiðis av, hvat og hvussu nógv brúkast skuldi í landinum. Ætlanir vóru gjørdar fyri allar framleiðslur. Heilt niður í smálutir varð roknað út, hvat hetta og hatta virkið skuldi framleiða. Ætlanir vóru eisini gjørdar fyri ár fram í tíðina. Hetta vóru m.a. tær sokallaðu fimmára-ætlanirnar. Tað, sum var at fáa í handlunum, var tað, sum politikararnir høvdu gjørt av skuldi framleiðast. Vandin fyri at ov nógv ella ov lítið var til av einari vøru var ógvuliga stórur. Óvanligt var heldur ikki, at fólk, hóast tey áttu pengar, máttu bíða í áravís fyri at fáa eitt sjónvarp ella ein bil, t.d. í Sovjet og Eysturevropa.

Sí eisini


[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið