Merkantilisma

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Lorrain.seaport.jpg
Canal, Giovanni Antonio (Canaletto) - Return of the Bucentoro to the Molo on Ascension Day, c. 1733-4. Royal Collection Buckingham Palace.jpg

Merkantilisma hevur ta grundfatan, at staturin er høvuðsspælarin í altjóða politikki. Fatanin er, at í altjóða politikki eru ongar spælireglur, og tann sterkasti staturin yvirlivir. Tí er fremsta mál hjá statinum at tryggja sína egnu tilveru. Støðan hjá statinum verður sostatt ein ævigur maktkampur. Fyri at tryggja, at staturin er sterkur, er sostatt av størsta týdningi, at búskapurin í statinum er sterkur, herundir at útflutningurin er størri enn innflutningurin, soleiðis at staturin hevur eina nettoáogn heldur enn nettoskuld mótvegis umheiminum. Tað fyrsta IPE (International Political Economy) ástøði, vit hoyra um, er tann klassiska merkantilisman. Jacob Viner (1892-1970) sigur, at merkantilisma er: „a doctrine of extensive state regulation of economic activity in the interest of the national economy“. [1] Innan altjóða búskap kann sigast, at merkantilisman viknaði eftir 2. heimsbardagaliberalisman mentist av álvara í Evropa og Norðuramerika. Tá heimsbúskapurin kom í kreppu fyrst í 1970’unum, fekk merkantilisman høvdið fyri seg aftur, tá undir navninum neomerkantilisma.

Merkantilisman var leiðandi ástøði í øldir, men viknaði síðst í átjandu øld, tá Adam Smith (1723-1790) fanst harðliga at henni. Hann helt ikki, at tað gagnaði statinum sum heild at nýta protektionismu, sosialismu og politiska uppíblanding í vinnuna sum amboð. Merkantilisma reistist tó skjótt aftur eitt sindur broytt undir navninum búskaparlig nationalisma. „Whereas classical mercantilism focused on gaining wealth and power through unequal foreign trade, economic nationalism focused on the internal development of the national economy". [2] Í ein ávísan mun var hetta ástøði ein reaktión uppá liberalismuna, sum hevði fingið stóra undirtøku millum manna í Evropa. Lond sum USA og Týskland óttaðust ta búskaparligu styrkina hjá Stórabretlandi og valdu búskaparliga nationalismu sum amboð til at verja seg ímóti tí agressiva liberala politikkinum hjá Stórabretlandi. Forsprákarar fyri hesum politikki vóru Alexander Hamilton (1755-1804), sum var fyrsti fíggjarmálaráðharri í USA, og Friedrich List (1789-1846), sum var ein týskur búskaparfrøðingur. Teir vóru ikki ímóti einum fríum marknaði sum so, men meintu, at protektionisma var neyðug fyri at verja støðuna hjá statinum og fyri at stimulera lokalan ídnað. Hamilton argumenteraði fyri at reka ein politikk, sum kundi verja framleiðsluvirkini í landinum. [3]

Eisini List var fyri, at staturin skuldi leggja seg útí búskaparlig viðurskifti og stuðla lokalum ídnaði. Hóast hann var atfinningarsamur mótvegis liberalismuni, so góðtók hann logikkin aftanfyri frían handil. Hann meinti tó, at ein fortreyt fyri fríum handli var, at lond vóru á sama menningarstigi. Tí var tað neyðugt hjá londum, sum ikki vóru frammaliga í ídnaðarligari menning, at reka ein protektionistiskan handilspolitik og at stuðla lokalum ídnaði. Hann helt, at ein dag fór at bera til hava fullkomnan fríhandil, men fyri at tað skuldi henda „the less advanced nations must first be raised by artificial measures to that stage of cultivation to the which the English nation has been artificially elevated“. [4] Tí var hann av tí áskoðan, at ávís lond, til dømis Týskland, skuldu hava møguleika til við protektionismu at menna seg til ídnaðarlond. Hann mælti til, at staturin var sera aktivur í stýring av búskaparligari menning, eins og hann stuðlaði útbúgving, teknologiskari menning og ídnaði annars.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Crane, G.T. & Amawi, A. (eds.). 1997. The Theoretical Evolution of International Political Economy – A Reader. Oxford: Oxford University Press. ISBN 9780195094435. Síða 5.
  2. Balaam, D. N. & Veseth, M. 2008. Introduction to International Political Economy, 4th edition. Upper Saddle River, NJ: Pearson Education. ISBN 9780205791385. Síða 24.
  3. Mingst, Karen A. 2008. Essentials of International Relations. London: W.W. Norton & Company. ISBN 9780393921953. Síða 260.
  4. Szporluk, Roman. 1988. Communism and Nationalism: Karl Marx versus Friedrich List. Oxford: Oxford University Press. ISBN 9780195051032. Síða 19.