Karl Marx

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Karl Marx í 1875
Grøvin, har Karl Marx liggur grivin í Highgate kirkjugarðinum í London, myndahøggarin Laurence Bradshaw gjørdi gravsteinin[1]

Karl Heinrich Marx (føddur 5. mai 1818 í Trier, deyður 14. mars 1883 í London) var ein prusslendskur samfelagsfrøðingur, politiskur búskaparfrøðingur og politiskur heimspekingur.

Karl Marx er (saman við Friedrich Engels) stovnarin av tí, ið hann sjálvur nevndi vísindalig sosialisma. Henda sosialisma tók hugsjónarliga støði í sonevndu utopisku sosialismuni, sum til dømis varð kend við hugsanum/hugskotum hjá Charles Fourier.

Karl Marx útgav í 1848 Hitt kommunistiska manifestið saman við Engels og Das Kapital (1867–1894) umframt fleiri aðrar bøkur.

Hann varð føddur inn í eina múgvandi miðstættarfamilju í Trier í Rinlandinum, tætt við markið til Frankaríki. Hann las á hægri lærustovnunum í Bonn og í Berlin, hiðani áhugin fyri hugsunarháttinum hjá Unghegelianarunum spratt. Eftir loknan lesnað ynskti hann at halda fram á akademisku leiðini, men hesum varð hann sýttur av prusslendsku stjórnini, sum burturbeindi allar umsóknir frá klassiskt liberalistum og unghegelianarum. Í staðin fór hann frá 1842 at skriva fyri víðgongda tíðarritið Rheinische Zeitung í Køln. Prusslendska stjórnin bannaði blaðið eftir áheitan frá russiska sarinum Nikolaj 1. Í 1843 flutti Karl Marx til París, har hann fór at arbeiða sum blaðfólk í víðgongda vinstrahalla blaðnum Deutsch-Französische Jahrbücher. Í París hitti hann hittinorðaða mannin Friedrich Engels, sum var ein múgvandi verksmiðjuánara úr ríka Rinlandinum. Teir gjørdist vinir, og Engels veitti fígging, so Karl Marx kundi halda fram við síni skriving.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Tidsskrift.dk, Nationaløkonomisk Tidsskrift, Bind 111 (1973) 1, Kommentarer til Karl Marx's mindesten, af Niels Banke (á donskum)
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið