Pluto

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Pluto Astronomical symbol of Pluto
Pluto
Uppdaging
Uppdagari Clyde W. Tombaugh
Uppdaga 18. februar, 1930
Ringrás um sólina
Semi-major axis 5,906,376,272 km
39.481 686 77 AU
Orbital circumference 36.530 Tm
244.186 AU
Eccentricity 0.248 807 66
Perihelion 4,436,824,613 km
29.658 340 67 AU
Aphelion 7,375,927,931 km
49.305 032 87 AU
Orbital period 90,613.3055 d (248.09 a)
Synodic period 366.73 d
Avg. Orbital Speed 4.666 km/s
Max. Orbital Speed 6.112 km/s
Min. Orbital Speed 3.676 km/s
Inclination 17.141 75°
(11.88° to Sun's equator)
Longitude of the
ascending node
110.303 47°
Argument of the
perihelion
113.763 29°
Umhvørvi
Mánar 3
Aliseginleikar
Diametur 2306 ± 20 km
(18% av Jørðini, ella 1423 ± 12 míl)
Yvirflatau vídd [[1 E13 m²|1.795Fyrimynd:E]] km2
(0.033 Jørðir)
Rúmd 7.15Fyrimynd:E km3
(0.0066 Jørðir)
Massi [[1 E22 kg|(1.305±0.007)Fyrimynd:E]] kg [1]
(0.0021 Jørðir)
Mean density 2.03±0.06 g/cm3 [2]
Equatorial gravity 0.58 m/s2
(0.059 gee)
Escape velocity 1.2 km/s
Rotation period 6.387230 d (6 d 9 h 17 m 36 s)
Rotation velocity 47.18 km/h (at the equator)
Axial tilt 122.54° (to orbit)
115.60° (to the ecliptic)[3]
Right ascension
of North pole
133.02° (8 h 52 min 5 s)
Declination -9.09°
Albedo 0.49–0.66 (varies by 35%) [4][5]
Surface temp.
lág miðal hág
33 K 44 K 55 K
Adjective Plutonian
Atmosferu eginleikar
Atmosferu trýst 0.30 pascals (summar hámark)
Samanseting køvievni, metan

Pluto er fjar dvørgagongustjørna uttanfyri gongustjørnuna Neptun. Klótan Pluto er flokkað í bólkin gongustjørnudvørgar, og melur klótan kring sólina í eini ringrás uttanfyri henni hjá Neptun. Henda umflokkin av Pluto fór fram eftir 24. august 2006, tá ið 2500 vísindafólk, sum vóru komin saman á ráðstevmiu í Sveis samdust um at Pluto ikki longur skuldi verða roknað millum gongustjørnur. Um Pluto gongur ein máni, Charon nevndur, Charon varð funnin í 1978. Hann er um 1120 km. í tvørmál, og hann er bara 20.000 km. frá Pluto. Pluto og Charon eru helst ísknøttir av frystum vatni, metani og ammoniakki. Pluto eitur eftir grikska gudinum Pluton, sum var gudur fyri ríkidømi umframt myrkri og deyða. Charon var ferjumaðurin, sum flutti tey deyðu um ánna Styx til deyðans ríki. Nøvnini tykjast hóska væl til hesar køldu og fjaru knøttir ytst í sólskipanini.

Niggjunda og ytsta gongustjørnan er Pluto, sum tó í løtini bara er næstytst frá sólini. Rásin er so háttað, at Pluto árini 1979 til mars 1999 er nærri enn Neptun. Áðrenn Pluto varð funnin, bendu frávik í rørslunum hjá ytru gongustjørnunum á, at ein himmalknøttur mátti ganga um sólina uttan fyri Neptun. Pluto er so kám, at hon sæst bara í stórum kikara, og leitað hevði verið eftir henni í mong ár, tá ið Clyde Thombaugh umsíðir fekk eyga á hana í 1930. Umferðartíðin um sólina er stívliga 248 ár, og í miðal er hon stívliga 39 ferðir frá sólini sum jørðin. So langt burturi munar sólarljósið lítið, og hitin á ytjuni fer valla upp um -230 °C.

Tvørmálið er eftir nýggjastu metingunum bara einar 2.300 km., og evnisnøgdin um 1,9 g/cms. Í juni 1988 varð staðfest, at um Pluto er tunt lofthav av metani. Hetta kann tykjast ikki sørt løgið, tá atdráttarmegin har er so lítil. Pluto er sum heild ikki sørt gátufør, og gitingarnar um hana hava verið mangar. Kanska er hon ikki verulig gongustjørna, men heldur ein máni hjá Neptun ella ein smástjørna, sum er farin av kós? Ella kanska er hon bara hin fyrsti av mongum halastjørnulíkum ískroppum uttast í sólskipanini? Tað, at máni melur um Pluto, og at har er lofthav, man tó benda á, at hon er fullgild dvørgagongustjørna.

Umflokkingin av Pluto[rætta | rætta wikitekst]

Tá ið Pluto varð flutt niður í flokking millum klóturnar í umfari um sólina, vóru ávís atlit tikin.

Fyrst og fremst var ætlað um støddina, tí klótan er rættiliga nógv minni enn hinar 8 gongustjørnurnar; haraftrat eru eisini aðrir gongustjørudvørgar funnir í sólskipanini, bæði áðrenn Pluto varð funnin í 1930 (t.d. Ceres), og ikki minst hesi seinastu árini, tá ið betraðu stjørnukikararnir hava latið okkum sæð smálutir, sum fyrr vóru fjaldir fyri eygum okkara (t.d. Sedna).

Vísindafólk høvdu valið: Skal Pluto, ið ikki er nevnivert størri enn hinir gongustjørnudvørgarnir, framvegis hava serstøðun sum verulig gongustjørna, bert tí klótan fekk hetta heitið afturi í 1930'unum? Ella skulu allir hinir gongustjørnudvørgarnir flytast upp mill gongustjørnurnar, so vit fáa eitt møgulig óendaligt tal av klótum av hesum slag? Men hinvegin, so var Merkur heldur ikki so øðiliga nógv størri enn Pluto ... og hvussu við mánunum Titan og Callisto? Skuldu teir nú eisini flokkast umaftur?

Skilmarkan av gongustjørnum[rætta | rætta wikitekst]

Tørvur var tí á eini avgjørdari skilmarkan, ið greitt útgreinaði, nær talan er um eina gongustjørnu, og nær talan er um ein gongustjørnudvørg. Á ráðstevnuni í Sveis varð komið til hesa niðurstøðu í trimum punktum.

Skal klóta í ringrás um sólina kunna kallast ein gongustjørna krevst, at talan er um himmallikam í beinleiðis umfari um sólina (1), sum er nóg stórt, at atdráttarmegin hevur gjørt tað runt(2), tó uttan at hava ruddað burt onnur likam í grannalagnum(3), og tá ið Pluto hoyrir til Kuiper-beltið, sum verður hildið at hava líka nógvar klótur, klettar og ís sum Asteroidu-beltið, kann valla sigast, at gongustjørudvøgurin uppfyllir seinastu treytina.

Tvørmátið á Pluto er bara fimtingur av tvørmáti Jarðar. Pluto er kaldasta klótan í sólarskipaini við einum miðalhita upp á -260 °C (-436 °F). Pluto hevur ein mána, Karon, sum varð sæddur í 1978.

 v  k  r Sólskipanin
Sólin Merkur Venus Mánin Jørðin Mars Jupiter Saturn Uranus Neptun PlutoSolar System XXVII.png
Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto
Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa
Sí eisini Stjørnufrøði