Venus
Venus er ein gongustjørna og er tann sum er tattast jørðini. Hon eitur eftir rómversku gróðrargudinnuni. Gomlu føroyingarnir róptu Venus Stakkalastjørnuna. Venus er á stødd við jørðina og verður tí nevnd tvillinga systir okkara. Venus hevur luft sum á jørðini, men luftin er eitrandi. "So tekkilig og eygagóð sum Venus vøn og skar" skrivaði Poul F Joensen á sinni um gongustjørnuna Venus, og tað er heldur ikki so løgið. Venus er bjartasti himmalknøttur, tá ið Sólin og Mánin ikki verða tikin við. Venus sæst best í januar og februar, og stendur hon lágt á himli. Venus er onnur gongustjørnan frá sólini. Til støddar er hon sum jørðin. Ýtan er sum oyðimørk full í klettum. Størsta vinkulfrástøðan frá sólini er 47°. Av hesum verður hon eisini nevnd "morgunstjørna" ella "kvøldstjørna". Í góðum líkindum er Venus sera bjørt. Av øllum himmalknøttum eru bara sólin og mánin bjartari. Í lítlum kikara sæst, at hon hevur kvartalaskifti, tendring og fylling, eins og mánin. Venus er væl bjálvað í tjúkt lofthav, mest av kollvísúrni (90 %). Av hesum stendst vakstrarhúsárin, sum tryggjar javnan hita á ýtuni. Rúmdarfør hava mált 475 °C á Venus - so har gløða klettarnir í náttarmyrkrinum - og trýstið er heilar 90 atm. Í lofthavinum eru eisini saltsýra, svávulsýra og flusssýra. Skýferðin á Venus er so tjúkk, at ýtan sæst ikki í kikarn, men við radarakanningum av jørðini er staðfest, at Venus hevur øvugan snúning. Tí gongur sólin á Venus eystureftir á luftini, og ikki sum hjá okkum, vestureftir. Um Venus melur eingin máni.
Hagtøl [rætta]
- Diametur (Jørðin = 1): 0,95
- Massi (Jørðin = 1): 0,82
- Rúmd (Jørðin = 1): 0,86
- Massafylla (vatn = 1): 5,20
- Tyngdakraft (Jørðin = 1): 0,91
- Mánar: 0
- Miðal-temperaturur: 464 Celsius
- max støddar flokking: - 4,7
| Sólskipanin |
|---|
|
|
| Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto |
| Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa |
| Sí eisini Stjørnufrøði |