Merkur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Merkur.

Merkur hevur sum Venus, Mars, Jupiter og Saturn altíð verið kend. Hon er tann minsta av hesum "gomlu" gongustjørnunum, men tá ið Pluto varð funnin í 1930 fekk Merkur ivasama heitið at vera næst-minsta gongustjørnan. Á altjóða ráðstevnuni fyri stjørnufrøðingar í 2006 misti Pluto sína støðu sum gongustjørna og varð bólkaður av nýggjum í bólkin gongustjørudvørgar, og er Merkur tí aftur at rokna sum minsta gongustjørnan í okkara sólskipan. Hon er bert áleið hálva aðru ferð størri enn Mánin.

Merkur er næst sólini. Lítil er hon, knappar 5 tús. km. í tvørmál; tað er um 40 % meira enn tvørmálið á okkara mána. Á ýtuni minnir hon eisini mest um mánan. Á myndum, sum amerikanska rúmdarfarið Mariner 10 tók í 1974, síggjast dalar og fjøll, rivur og holur. Hon hevur eina fasta flatu omaná, burtursæð frá teimum holunum, sum eru skapt tá meteorar og annað hava gjørt um seg gjøgnum milliardir av árum. Arruta ýtan er tekin um, at loftsteinar í hópatali eru niðurdotnir á Merkur fyrstu mia. árini, eftir at gongustjørnan varð gjørd. Størsta vinkulfrástøðan frá sólini er 28°, tí er Merkur ring at síggja, og hon sæst bara í skýmingini ella á lýsingini. Lofthav er einki, til tess er Merkur ov løtt. Nógvi hitin forðar tí eisini. Á sólsíðuni eru máld 427 °C, á skuggasíðuni -173 °C. Innan í Merkur er jarnkjarni, og um hana er magnetfelt. Máni okkara hevur hvørki. Um Merkur melur eingin máni. Merkur eitur eftir rómverska handilsgudinum.

Hagtøl[rætta | rætta wikitekst]

  • Miðalfjarstøða frá sólini: 57,9 milliónir km
  • Rotatiónstíð (Longd á degnum): 59 Jarðardøgn
  • Umfarstíð (Longd á árinum): 88 Jarðardøg
  • Yvirflatuhiti: -180 °C (náttsíðan); 430 °C (dagsíðan)
  • Diametur: 4.875 km
  • Voluma (Jørðin = 1): 0,056
  • Massi (Jørðin = 1): 0,055
  • Tyngd við Ekvator (Jørðin = 1): 0,38
  • Tal av mánum: 0
  • Eygleiðing: Merkur er ongantíð meir enn 28º frá Sólini á himlinum og sæst tí bert við sólarris ella sólsetur. Hon er tann truplasta av teim nærmastu gongustjørnunum at fáa eyga á, og sæst einans nakrar fáar dagar hvønn mánað.

Gonga Merkurs um Sólina[rætta | rætta wikitekst]

Merkur er tann gongustjørnan, ið hevur mest sermerktu gongdina um Sólina. Tað eru aðrir himmalknøttir, ið hava gongur, ið eisini eru serligar, men hesir knøttir eru ikki gongustjørnur. Í perihelium er Merkur einans 46 milliónir km frá Sólini, men í aphelium er hon 69,8 milliónir km haðani. Ekvatorialplanið hjá Merkur fellir saman við umfarsásin (tvs. rotatiónsásin stendur næstan vinkulrætt á umfarsásin). Hetta merkir, at ongar árstíðir eru á gongustjørnuni, og í ávísum kraterum við pólarnar sær sólin ongantíð. Umfarsásurin hellir 7º í mun til umfarsás Jarðar. Av tí at Merkur melur um Sólina innafyri Jørðina hevur hon fasur, akkurát sum Mánin.

Merkurgongan[rætta | rætta wikitekst]

Einar 13 ferðir hvørja øld førir himmalgonga Merkurs hana millum Jørðina og Sólina, soleiðis at vit kunnu síggja hana sum ein lítlan svartan blett, ið ferðast eftir Sólarskivuni.

Rotatión og umfar[rætta | rætta wikitekst]

Merkur melur tríggjar ferðir um seg sjálva fyri hvørjar tvær ferðir, hon melur rundan um Sólina (við øðrum orðum eru trý Merkur "døgn" fyri hvørji tvey Merkur "ár". Henda merkisverda støða ger, at stóðu vit á Merkur, so gingu 176 Jarðarsamdøgur millum hvørt sólarris.

Samanseting[rætta | rætta wikitekst]

Missiónir til Merkur[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • [1] jpl.nasa.gov.
  • [2] Missiónir til Merkur.
  • Forlaget Aktium: Universet - Illustreret Opslagsværk (2006).
 v  k  r Sólskipanin
Sólin Merkur Venus Mánin Jørðin Mars Jupiter Saturn Uranus Neptun PlutoSolar System XXVII.png
Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto
Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa
Sí eisini Stjørnufrøði