Mars (planet)
Mars er gongustjørna næst jørðini. Mars er turr og lítil gongustjørna. Ytan er reyð og grýtut. Hon hevur íspólar og tunt lofthav. Hitin er millum 5 °C og 125 °C. Har er ofta óveður.
[rætta] Hagtøl
- Diametur (Jørðin = 1): 0,53.
- Massi (Jørðin = 1): 0,11.
- Rúmd (Jørðin = 1): 0,15.
- Massafylla (vatn = 1): 3,93.
- Tyngdakraft (Jørðin = 1): 0,38.
- Mánar: 2. Mánarnir eita Deimos og Fobos.
- Miðal-temperaturur: - 63° celsius.
- max støddar flokking: - 2,8.
[rætta] Lív á Mars
Í 1996 kunngjørdi NASA, at vísindamenn høvdu farveg eftir einføldum verðum, sum høvdu livað á Mars fyri mió. árum síðan. Hetta vórðu ørsmá samansett mynstur - møguliga steinrunnar leivdir av verum í lítlum petti av steini av Mars, funnin á Suðurkolli í 1984. Vísindamenn søgdu, at steinurin helst var slongdur burtur av gongustjørnini, tá ið ein stjørnusteinur datt niður á Mars fyri 15 mió. árum síðan. Enn er hetta ikki prógvað.
Í 1997 gjørdi NASA eina roynd at fáa meira at vita um næstu grannastjørnu okkara. Í juli setti Pathfinder seg á Mars, og bilurin Sojourner koyrdi út úr sonduni at gera fyrstu jarðfrøði- og dustkanningarnar av reyðu gongustjørnuni. Í september fór Mars Global Surveyor eina ferð, sum vardi í tvey ár, at kortleggja gongustjørnuna, til tess at vita, hvar rúmdarfør kunnu seta seg í komandi tíðum.
| Sólskipanin |
|---|
|
|
| Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto |
| Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa |
| Sí eisini Stjørnufrøði |