Vatn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Vatn í trimum støðum: flótandi, fast (ísur) og sum vatndampur, sum ikki sæst. Skýggini eru vatndropar ið eru dampaðir upp frá Jørðini.

Vatn er ein kemisk sambinding, ið er flótandi við stovuhita og undir standarstýsti. Vatn hevur evnafrøðiliga formilin H2O, ið merkir, at eitt vatnmýl er samansett av tveimum brintatomum og einum ilt-atomi. Vatn er at finna næstan allastaðni á Jørðini og er neyðugt fyri øll kend sløg av lívi. Umleið 70% av fløtuni á Jørðini er dekkað av vatni (hav, vøtn og áir). Í einari frágreiðing í 2014 skrivar ST, at 768 milliónir fólk hava ikki atgongd til reint drekkivatn [1]. Har stendur eisini, at 2,6 milliardir fólk hava ikki umstøður til neyðugt reinføri orsakað av vatntroti, og at 1,3 milliard fólk hava einki elektrisitet. "Eftirspurningurin eftir feskvatni og orku fer at veksa tey næstu árini, tí vit verða fleiri ítali, búskapurin fer at menna seg, og fólk fara at broyta lívsstíl og nýtslu. Alt hetta fer at fleirfalda trýstið á tað frasmmanundan avmarkaða náttúrutilfeingið og vistfrøðina", skrivar ST. Heimsfelagsskapurin sigur, at eftirspurningurin eftir vatni fer at veksa eini 55 prosent hetta til 2050, og at tá fara meiri enn 40 prosent av heimsins íbúgvum at búleikast í økjum við vatntroti.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.huffingtonpost.ca/2014/03/25/global-water-demand-un_n_5031963.html