Gøtu kirkja

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Gøtu kirkja.

Eldra kirkjan í Gøtu stendur í Norðagøtu, varð vígd 22. september 1833 av Niels Johnsen Struer, ið var próstur frá 1831 til 1838. Nakrir av teimum, sum hava smíðað kirkjuna, eru funnir, men óvist er, um tað eru allir. Líkt er til, at Berint Simonsen, ið ætlandi er av Strondum, hevur verið formaður, tí at hann hevur fingið útgoldið lønina til tveir aðrar menn, Hans Jacob Jacobsen og Petur Isaksen, ið báðir vóru úr Oyndarfirði. Ein annar strandingur hevur gjørt timburarbeiðið, tað er Augustinus Simonsen. Vindeyguni hevur N.C. Winther snikkari í Havn gjørt. Kirkjan er bygd av viði og er takt við nævur og flag, men í 1959 vórðu jarnplátur lagdar undir flagið. Støddin á kirkjuni var upprunaliga: 18 alin og 12 tummar long, 10 alin og 3 tummar breið, hæddin er 3 alin og 9 tummar undir bjálkunum. Um leið 1860 varð vaksið um kirkjuna, hon var tá longd um 6 alin.

Gomul søgn er, at kirkjan skal vera skakað tríggjar ferðir á grundini av ódnarveðri. Fyri at hetta ikki skuldi henda aftur, legði ein danskur prestur gøtufólki tey ráð, at tey skuldu stoypa vollar í øll fýra hornini í kirkjuni. Hetta varð gjørt, og síðan hevur illveður ikki skalað kirkjuna.

Nýggja kirkjan[rætta | rætta wikitekst]

Nýggja kirkjan í Gøtu, stedur í Gøtugjógv og varð vígd tann 25. juni í 1995 av biskoppi Hans Jacob Joensen. Drotning Margreta II var við til vígsluna, saman við biskuppum úr hinum norðanlondunum. Nýggja kirkjan varð bygd orsaka av at gamla kirkjan var vorðin ov lítil. Arbeiði at fáa gongd á at byggja kirkjuna, varð borðið av Torkil Beder, táverandi sóknarpresti, saman við kirkjuráðnum.

Tróndur Patursson hevur prýtt kirkjuna við glaslist, sum fevnir um glasskermar til lampur inni í kirkjuni, og eyðkendu altartalvuna, sum er glaspartíið á niðaru síðu á kirkjuni.

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

  • J. P. Gregoriussen, "Gomlu Trækirkjurnar".