Tróndur Patursson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Tróndur Patursson
Tróndur Patursson Portrait.jpg
Føddur 1. mars 1944
Kirkjubø
Yrki listamaður
Foreldur Jóannes Patursson
Malan Hansen
Kosmiska rúmið

Tróndur Sverri Patursson (føddur 1. mars 1944 í Kirkjubø) er listamaður, myndahøggari, havrógvari og ævintýrari. Hann sigldi á heimsins høvum við Tim Severin í 1993, teir sigldu frá Kina til Amerika á einum bambusflaka. Túrurin vardi 106 dagar. Ferðin gav honum íblástur til at gera "Kosmiska rúmið". Tróndur er ein viðurkendur listamaður, hann er eksperimenterandi, arbeiðir nógv við glasi, jarni og kopari. Hann hevur m.a. prýtt sølumiðstøðina SMS í Havn, Gøtu kirkju, Katólsku kirkjuna í Havn og Tornbjerg kirke í Odense. Tróndur var í læru til listamálara hjá Ingálvur av Reyni, síðan fór hann til Danmarkar, har hann fekk undirvísing hjá Hans Christian Høyer á Glyptotekinum. Í 1966-67 gekk hann á Norges Kunsthåndværkerskole. Eina tíð lærdi hann hjá Ståle Kyllingstad. Hann gekk í trý ár á Statens Kunstakademi í Oslo. Í 1972 hevði hann sína fyrstu serframsýning í Listasavni Føroya.

Keldur [rætta]


Útvortis ávísing [rætta]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið