Jump to content

Súla

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Súla

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Pelecaniformes
Ætt: Sulidae
Slekt: Morus
Slag: M. bassanus
Morus bassanus

Súla (frøðiheiti - Morus bassanus) er sjófuglur, sum heldur seg úti á víðum havi, tá hon ikki er á landi. Hon leitar til klettaoyggjar í Norðuratlantshavi til at verpa. Ungin hjá súlu verður nevndur ompul. Størsta súluvarp í heiminum sigst vera á Eldey í Íslandi, men eisini eru stór súluvørp á Súlnaskeri við Vestmannaoyggjarnar og á oyggjunum St. Kilda við Skotland og Bonaventure oynni við Kanada. Í Føroyum tekur súlan land á pálsmessu, 25. januar og fer í bergið á leypársmessu, 24. februar. 2. oktober fer hon aftur frá landi. Súla er størsti byggingarfuglur í Føroyum. Flogið er favn langt úr einum veingjabroddinum í annan. So langt aftur í tíðina sum nakrar frásagnir røkka og inntil nú fyri fáum árum síðani, hevur hon átt einans á Mykineshólmi og tveimum drongum har vestanfyri. Áður enn Sumbiarsteinur var niðurlopin, hevði hon setur har, men átti ikki. Og í ongum øðrum stað setur hon seg niðurat, uttan hon er deyðasjúk — feig, søgdu teir gomlu.

Prúð er hon at síggja, tá ið hon kemur stillisliga flúgvandi fram yvir sjónum, snjóhvít við ytra helmingi av veingjunum svørtum. Á nakkanum og hálsinum er hon gullig, og føturnir eru svartir við klænari grønari striku niður eftir framrøðini á legginum og haðani omaná hvørjari tá út í klónna. Høgt yvir sjónum fer hon, — eyguni mugu vera óføra góð, tá ið hon úr tí hædd kann síggja seið og sild niðri í sjónum — brádliga stoytir hon sær so niður, eitt sindur á skák; veingirnar heldur hon fyrst nakað út frá sær, alt sum hon kemur niður, nærkast teir kroppinum, og í tí hon fer undir, hevur hon teir tætt at síðuni; tað hevði verið ein dyggur stoytur, men nevið og høvdið eru vaksin sum ein kíli til at taka hann av. Blámandi fer hon nakrar favnar niður — tað hendir, at hon kemur føst í gørn meir enn 12 favnar undir vatni — er burtur eina góða løtu og kemur so undan aftur, stundum við so harðari ferð, at hon støkkur leys úr sjónum. Á pálsmessu kemur súlan at landi. Um grækarismessu fer hon at væla sær um reiðrið, sum hon hevði í fjør. Tað er bæði stórt og sterkt, klínt saman sum ritureiður av grasi og tara og harafturat ymissum, tær finna á floti, sum smá træsprek, pettir av hvannjólum og tílíkt. Hon verpur eitt hvítt egg og vermir í 6 til 7 vikur. Dúnungin er hvítur; ompul er hann kallaður. Fjaðraður er hann dimmgráur við hvítum prikkum og eitur tá grásúla. Ungarnir verða mataðir soleiðis, at súlan stingur nevið inn í hálsin á teimum og spýr føðina niður í teir. Eftir mikkjalsmessu rýma bæði grásúlan og hvítsúlan.

Tá ið grásúlan kemur aftur fyrsta árið, er hon hvít um høvur og háls; annað árið hevur hon dimman kross omaná, og triðja árið er hon sprøklut eftir rygginum. Hesi árini er hon í Mykinesi nevnd oyðisúla, í Sørvági grindubøka. Um miðjan september fara Mykinesmenn at taka grásúlu, sláa hana við einum træ í høvdið, so hon doyr. Hesa seinastu tíðina hava teir fingið sum 900 um árið. Hon er óføra feit og smakkar væl. Nakrar heingja teir upp at turka, men tað mesta salta teir. Fyrr tóku teir eisini hvítsúlu; men teir sóu, hon var í minking, og so nøkur ár herfyri løgdu teir tað av. Síðani tá er hon væl nørd, og nakrar fáar hava tikið nýtt land, eiga inni á sjálvari oynni. Norðan fyri og vestan fyri Hebridurnar, langt burtur av landsleið, eru nakrir drangar og hólmar, har súlur eiga í óførum meingi. Á hvørjum heysti fara menn út á summar av teimum, liggja har í nakrar dagar og veiða grásúlur í manga túsund tali.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið