Vestmannaoyggjarnar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Helgafell í Heimeay.

Vestmannaoyggjarnar liggja 14 km suðurvestan fyri Ísland. Oyggjarnar eru 15 í talið og innihalda eisini 30 klettir og skerð. Oyggjarnar eru av vulkanskari upprunnaði og tað er yvir 10.000 ár síðani, tær risu upp úr havinum. Tað verður meint, at tær vóru búsettar árin Ísland bleiv í sínari tíð, men enn er hetta óvist. 2 prosent av fólkatalinum í Íslandi búgva á Heimaoy, sum eisini er tann størsta og einasta búsetta oyggin av vestmannaoyggjunum. Har búgva umleið 5.000 fólk og høvusframleislan er fiskur, tvs. toskur og turrfiskur. 12 prosent av samlaða útflutninum í Íslands kemur úr Vestmannoyggjunum (Heimeay). Tað er eisini eitt ógvuligani áhuganivert ferðamannaumráði, serligani aftaná vulkanútbróti í 1963, tá ið oyggin Surtoy rós upp úr havinum. Hetta fenomeni, vakti sera stóran áhuga fyri vísindafólk kring knøttin. Serligani fyri vísindafólk í kanna mál, sum tildømis, jarðarskorpuna, lava og havbotnin.

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið