Sumbiarsteinur
Sumbiarsteinurin, eisini nevndur Munkurin, er tað syðsta punktið í Føroyum. Sumbiarsteinur er eitt av fleiri skerum, sum verða nevnd Flesjarnar. Sumbiarsteinur liggur eitt sindur fyri seg sjálvan, tí hevur hann eisini fingið navnið Munkurin. Orðið fles merkir nakað tað sama sum sker. Sumbiarsteinur liggur á 61°21′,6 N.
Flesjarnar
[rætta | rætta wikitekst]Tvey støð í Føroyum verða nevnd Flesjarnar. Flesjarnar við Eysturoy, Streymoy og Nólsoy og so Flesjarnar, sum liggja syðst í Føroyum. Flesjarnar, ið liggja 5 km suður úr Akrabergi, eru seks í tali, tvær av teimum hava sama navn (Kelda: Eitt kort yvir Suðuroynna):
- Sumbiarfles, 4 metrar høgt
- Miðjufles, 4 metrar høgt
- Bøllufles, 6 metrar høgt (tvey sker)
- Stórafles, 7 metrar høgt
- Munkurin ella Sumbiarsteinur, 11 metrar høgur
Søguligar frásagnir
[rætta | rætta wikitekst]Í sínum Færoæ et Færoa Reserata frá 1673 sigur danski presturin og topografurin Lucas Debes frá staðkendum manni, Johannes Joensøn nevndur, at tað er sera streymhart við Munkin og at ein vandamikil meldurstreymur rekur kring hann. Lucas Debes sigur Munkin vera 10 favnar (18 metrar) høgan.
Í 1800 skrivar Pastor Jørgen Landt at upprunin til navnið "Munkurin" (stundum Munkafles) kemst av at frá landi sá táverandi drangurin út sum ein munkur við reyðum hálsi og myrkagráum kroppi og høvdi; og uttan av havi sá hann út sum eitt skip við fullum seglum. Greinin nevnir at Munkurin tá var 21 metrar høgur. Munkurin, ið datt oman í 1884 og 1885, er nú 11 metrar metrar høgur. Áðrenn hann datt oman skuldi súla eiga á honum.
Bókmentir
[rætta | rætta wikitekst]- Lucas Debes: Færoæ & Færoa Reserata Keypmannahavn 1673
- Jørgen Landt: Forsøg til en Beskrivelse over Færøerne. Keypmannahavn 1800.