Jump to content

Sáttmálin um heimsarvin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá World Heritage Site)
Endamálið við Heimsarvssáttmálanum hjá UNESCO frá 1972 er at verja mentanar‐ og náttúruarv, sum hevur einastandandi alheims virði fyri mannaættina við at verða settur upp á heimsarvslistan.
Tingvøllir í Íslandi eru tilnevndir sum heimsarvur, lutvíst er orsøkin tann søguligi týdningurin og lutvíst landslagið. Frá 930 til 1798 kom Altingið saman á Tingvøllum.

Heimsarvssáttmálin hjá UNESCO er góðkendur av 186 londum og harvið tann ST‐sáttmálin, ið flestir statir hava undirskrivað. Endamálið við sáttmálanum um heimsarvin er fyrst og fremst at vísa mentanar- og náttúruarv og at limalondini fara at arbeiða fyri at tryggja náttúru- og mentanarvirðini í lóggávuni. Málið er eisini at skapa eitt munadygt altjóða samstarv um at verja virðini til gleði og gangs fyri komandi ættarlið. UNESCO skilmarkar náttúru- og mentanararv vítt. Tað kunnu vera bygningar, náttúrufyribrigdi við jarðfrøðiligum, fagurfrøðiligum ella vísindaligum týdningi ella tað kunnu vera búøki hjá hóttum djóra- og plantusløgum. Mentanar‐ og náttúruarvur kunnu umfata minnismerki, bygningaverk, mentanarlandsløg og náttúruøki. Hann kann vera eitt bygningaverk, sum umboðar eitt týdningarmikið søguligt menningarstig, ella eitt náttúrufyribrigdi við einastandandi estetiskumella vísindaligumtýdning. Sambært skilmarking UNESCO kunnu virðini verða skapt av fólki, náttúruni ella í samanspæli millum náttúru og fólk. Tey støð, sum verða vald sum heimsins mentanar- og náttúruarvur, verða sett á listan hjá UNESCO yvir heimsarvin. Hvørt land, sum hevur tikið undir við sáttmálanum, hevur sjálvur ábyrgdina av at koma við nýggjum uppskotum til listan.

Í nevndini fyri heimsarvin sita umboð fyri 21 av limalondunum, og henda nevnd skal góðkenna uppskot til støð ella náttúruminni, sum skulu setast á listan. Limalondini skulu sum grundarlag fyri avgerðunum hjá nevndini gera uppskot um møgulig evni til heimsarvsstøð innan fyri teirra umdømi, sum uppfylla nevndarinnar krøv um einastandandi alheims virði fyri mannaættina. Hetta yvirlit verður nevnt tentativlistin. Tað verður sett sum krav, at eitt stað skal vera upptikið á tentativlistan, áðrenn tað kann tilnevnastsumheimsarvsstað. Áðrenn nýggj uppskot verða viðgjørd av nevndini, skal gerast ein víðtøkin eftirmeting av teimum, og hesa eftirmeting gera serkønir NGO-ar - IUCN á náttúruøkinum og ICOMOS á mentanarøkinum. Efirmetingin skal tryggja, at krav sáttmálans um dygd, avmarking og umsiting eru nøtað. Upptøka á listan yvir heimsarvin er ikki ein vernd í sjálvum sær, men hevur tað fyritreyt, at viðkomandi land bindur seg til at varðveita virðini í einum langtíðarhøpi. Sætta hvørt ár skulu økini verða kannað fyri at veita, um tey eru minkað í virði, og um umsitingin skal tillagast. Ein upptøka á listan yvir heimsarvin verður fatað sum ein serliga tignarlig viðurkenning og hevur ofta við sær økta ferðafólkavitjan. Vitja fleiri ferðafólk, kann tað hava við sær økta inntøku, men samstundis kann ferðafólkið ávirka virðini á skaðiligan hátt, eitt nú við sliti. Tað er eitt krav, at limalondini eru varug við henda trupulleika, tá ið tey vísa á øki, sum tey gjarna vilja hava við á listan yvir heimsarvin.

Norðurlond hava sett á stovn eina norðurlendska miðstøð (NWHF), sum skal styrkja felags átakið fyri at verja heimsins náttúru- og mentanararv. Stovnurin skal tryggja, at Norðurlond halda ásetingaarnar í sáttmálanum. NWHF samskipar norðurlendska átakið og arbeiðir saman við UNESCO um at stuðla tí parti av heiminum, sum er undirumboðaður á listanum yvir heimsarvin.

Í Føroyum hevur einki fingið World Heritage-status, men onnur støð í Danska Kongsríkinum hava:

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið