Jump to content

Wikipedia:Mánaðargreinin/oktober 2012

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Suðurafrika
Suðurafrika

Tjóðveldið Suðurafrika er stórt land í Syðra-Afrika við umleið 48 mió. íbúgvar. Mong fólkasløg búgva í Suðurafrika, og har eru 11 almenn mál. Í Suðurafrika eru tríggir høvuðsstaðir: ríkisfyrisitingin er í Pretoria, dómstólarnir í Bloemfontein og tingið í Cape Town. Í norðri hevur Suðurafrika mark við Namibia, Botsvana og Simbabvi, í eystri við Svasiland og Mosambik, og í suðri og vestri við Atlantshav og Indiahav. Kongsveldið Lesoto liggur inni í landinum. Miðallívsævin í landinum er 48.89 ár. Johannesburg er størsti býur í Suðurafrika. Í Johannesburg og økinum rundanum búgva 9 mió. fólk. Veðurlagið er lýtt og turt, og jørðin er fruktagóð. Landslagið er fjølbroytt, her eru oyðimerkur, regnskógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll. Í øllum Suðurafrika fara fólk av bygd til býirnar at fáa arbeiði. Í Johannesburg búgva nú fleiri enn 9 milliónir fólk, og hann er næststørsti býur í Afrika. Landið er eisini eitt av ríkastu londum í Afrika. Suðurafrika er eisini tað landið í heiminum, ið høggur mest gull. Nógvur ídnaður er í landinum, og har er nógv fíggjarvirksemi, tí er búskapurin í Suðurafrika tann sterkasti og fjølbroyttasti í øllum Afrika. Ferðafólk úr øllum heiminum koma eisini til Suðurafrika at síggja sjáldsama dýrameingið og fagra, stórsligna landslagið. Men stóri fólkavøksturin og vaksandi arbeiðsloysi leggja trýst á vælferðina. Arbeiðsloysið er stórt. Nú á døgum er 24,3 % av fólkinum er arbeiðsleys (sambært CIA World Factbook í 2007).