Wikipedia:Mánaðargrein 2007

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Mánaðargreinir 2007[rætta wikitekst]


Mánaðargrein fyri desember


USA

Sambandsríki Amerika (enskt; United States Of America), eisini nevndir USA, er heimsins triðstørsta land, bæði í stødd (minni enn Kanada og Russland) og fólkamongd (minni enn í India og Kina). Landið hevur 50 statir, eindardistriktið Washington DC (sum eisini er høvuðsstaður) og fleiri partar handan hav. Av teimum er oyggin Puerto Rico í karibiska havinum størsti og har tað búgva flest fólk. Av øðrum oyggjum, sum USA eigur, eru Amerikonsku Jómfrúoyggjar, Amerikanska Sámoa, Guam, Norðurmarianoyygjar og nógvar oyggjar við ongum fólki (t.d.; Palmyraoy, Johnstonoy, Bakeroy, Howlandoy, m.m). Síðani 1898 hevur USA havt ein stóran marinbasa á Kuba - Guantánamoflógvi. Guantánamoflógvi hevur serligan leiklut og verður stýrd av amerikonsku verjuni.

Les meir um USASavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri november


[[Mynd:|Reykjavík|200px|left]]

Reykjavík er høvuðsstaður í lýðveldinum Ísland. Reykjavík hevur umleið 120.000 íbúgvar og er størsti býur í Íslandi. Stóra Reykjavíkar økið hevur umleið 200.000 íbúgvar. Borgarstjóri er Dagur B. Eggertsson. Ingólfur Arnarson, sum kom frá Noregi, var fyrsti landnámsmaður Íslands og tók land í Íslandi árið 874.

Les meir um ReykjavíkSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri oktober


Evnafrøði er læran um eginleikarnar hjá lívrunnum og ólívrunnum evnum og hvussu tey samspæla við onnur lívrunnin og ólívrunnin evni. Av tí at evni, sum eru ymiskar samansetingar av atomum, eru so fjølbroytt, so granska evnafrøðingar ofta hvussu atom av ymiskum frumevnum samspæla og soleiðis skapað mýl, og eisini hvussu ymisk mýl samspæla sínamillum. Evnafrøði verður ofta kallað tann miðsavnandi vísindin, av tí at hon knýtir aðrar vísindagreinir saman.

Les meir um EvnafrøðiSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri september


Sámal Joensen-Mikines (23. februar 1906 í Mykinesi - 21. september 1979 í Keypmannahavn) var fyrsti Føroyski yrkislistamaður, og verður av nógvum mettur sum faðir at føroyskari myndlist. Mikines lærdi á Kunstakademiets Malerskole í Keypmannahavn frá 1928 til 1932. Í februar mánað í fjør vóru liðin 100 ár síðan Mikines var borðin í heim.

Les meir um Sámal Joensen-MikinesSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri august


Hvítravnur

Hvítravnur var eitt serføroyskt ravnabrigdi, men er nú útdeyður. Hann var eisini krunkasvartur, men stórir partar av honum vóru hvítir, tó ofta við nøkrum fáum svørtum fjaðrum uppí. Teir hvítravnarnir, sum eru varðveittir, eru ikki allir meinlíkir, men á øllum eru á høvdi, veingjum og búki hvít øki. Beinini á honum eru líka svørt sum á tí svarta ravninum, men ikki nevið, tað fer yvir í brúnt.

Les meir um HvítravninSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri juli


Løgtingið í dag

Heimsins elsta ting
Føroyska tjóðartingið, Føroya løgting, er eitt av minst trimum tingum, sum ger krav uppá heitið Heimsins elsta ting. Hin bæði eru í Íslandi og Isle of Mann. Øll eru tey stovnað av víkingum, og elst upp á hvønn sín máta. Altingið í Íslandi er elsta ting í einum sjálvtøðugum landi. Tynwald er elsta ting, sum ongantíð er niðurlagt. Og Føroya løgting varð stovnað fyrst.

Les meir um LøgtingiðSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri juni


ChessSet.jpg

Talv er eitt borðspæl, har tveir telvarar kunnu telva. Telvað verður á einum borði við 64 puntum, har hvør telvari hevur 16 talvfólk, ein tað hvíta fólkið, og ein tað svarta fólkið. Endamálið er at vinna við at seta kongin hjá mótpartinum skák og mát (eisini rópt mát).

Telvarar skiftast um at leika, men hvítur - tað er telvarin við hvíta fólkinum - leikar altíð fyrst. Ymsu fólkini hava hvør sítt gongulag.

Les meir um TalvSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri mai


Sámal Joensen-Mikines (23. februar 1906 í Mykinesi - 21. september 1979 í Keypmannahavn) var fyrsti Føroyski yrkislistamaður, og verður av nógvum mettur sum faðir at føroyskari myndlist. Mikines lærdi á Kunstakademiets Malerskole í Keypmannahavn frá 1928 til 1932. Í februar mána í ár eru liðin 100 ár síðan Mikines var borðin í heim.

Les meir um Sámal Joensen-MikinesSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri apríl


M/F Smyril er ferðaskip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum siglur ímillum Tórshavn og Tvøroyri. Men hetta er ikki fyrsta skipið við navninum Smyril í innanoyggjasigling í Føroyum. Í 1895 kom fyrsti Smiril at sigla post millum oyggjarnar. Í 1932 kom annar Smiril til Føroya at sigla sum ferðamannaskip. Í 1967 fór fjórði Smyril av bakkastokki í Havn. Ein fimti Smyril er á veg, og verður ætlandi latin Strandfaraskipum Landsins seinast 15. oktober í ár.

Les meir um M/F SmyrilSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri mars


Faroe stamp 453 gasadalur.jpg

Gásadalur er ein bygd í Føroyum, ið er í Vágum vestan fyri . Hon liggur út móti Mykinesfirði og er umgyrd av teimum hægstu fjøllunum í oynni - Árnafjall (722 metrar) fyri norðan og Eysturtindur (715 metrar) fyri eystan.

Les meir um GásadalSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri februar


EscherichiaColi NIAID.jpg

Smáverulívfrøði ella mikrobiologi er læran um smáverur sum eru ein-kyknu mikroskopiskar organismur. Tær verða deildar í prokaryotar (t.d. bakteriur og ávísar algur) og eukaryotar (t.d. ger). Virus verða ikki altíð bólkað sum livandi, men hoyra eisini undir smáverulívfrøðina.

Les meir um smáverulívfrøðiSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri januar


Hvítravnur

Hvítravnur var eitt serføroyskt ravnabrigdi, men er nú útdeyður. Hann var eisini krunkasvartur, men stórir partar av honum vóru hvítir, tó ofta við nøkrum fáum svørtum fjaðrum uppí. Teir hvítravnarnir, sum eru varðveittir, eru ikki allir meinlíkir, men á øllum eru á høvdi, veingjum og búki hvít øki. Beinini á honum eru líka svørt sum á tí svarta ravninum, men ikki nevið, tað fer yvir í brúnt.

Les meir um HvítravninSavn


vís - kjak - søga - rætta