Verne Troyer

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Verne Troyer
Verne Troyer 2, 2012.jpg
Vernon Troyer í Sydney, Avstralia í 2012
Fødd(ur) Verne Jay Troyer
1. januar, 1969
Sturgis, Michigan, USA.
Andaðist apríl 21, 2018(2018-04-21) (aldur 49)
Los Angeles, California, USA.
Deyðsorsøk
Rúsdrekkaeitran
Starv
  • Sjónleikari
  • Skemtari
  • Stuntmaður
Virkin ár 1994–2018
Hædd 81 cm (2 ft 8 in)
Hjúnafelagi(ar) Genevieve Gallen (g. 2004; ógildað 2004)
Partnari(ar) Brittney Powell (2007–2018)
Undirskrift 150px

Vernon Jay Troyer (1. januar 1969 - 21. apríl 2018) var amerikanskur sjónleikari, skemtari og stuntmaður. Hann er best kendur fyri leiklutin Mini-Me í Austin Powers filmsrøðini. Hann var bert 81 cm høgur, sum gjørdi hann ein av heimsins minstu monnum.

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Vernon var føddur í Sturgis, Michigan, USA. Hann var sonur Susan Troyer, virkisarbeiðara, og Reuben Troyer, umvælara.[1] Hann átti tvey systkin, tey Devon og Deborah. Hann segði sjálvur at foreldrini: aldrin fóru við mær øðruvísi enn vanligu-stødd systkynum hansara. Eg bar træ, og fóðraði kýr, svín og onnur djór á garðinum".[2] Vernon var upprunaliga uppvaksin sum amifólk, men foreldur hansara fóru frá trúarbólkinum ímeðan hann var barn.[3] Sum barn ferðaðist hann ofta til ami familju sína[4] at vitja í Centreville í Michigan. Hann fekk prógv frá Centreville High School í 1987, og ein minnispláta í hansara navni var reist í skúlanum í 2003.[5]

Starvsleið[rætta | rætta wikitekst]

Filmkarriera Vernon byrjaði tá fyrverandi formaður "Little People of America" setti seg í samband við hann tíðliga í 1990-árunum. Hann leitaði eftir einum, í einari serligari hædd, at spæla stuntmaður fyri leiklutin "Baby Bink" í John Hughes filminum Baby's Day Out (1994).[6] Eftir hetta arbeiddi hann sum stuntmaður, við einkultum smáskemtileiklutum í fleiri filmum í 1990-árunum, har ímillum Dunston Checks In, Jingle All the Way (báðir frá 1996), Men in Black (1997)[7], og My Giant (1998).[8]

Vernon møttist við Jay Roach, leikstjóra Austin Powers, um leiklutin Mini-Me, áðrenn seinni filmurin skuldi upptakast.[9] Mike Myers, ið var ein av høvundum filmsrøðarinnar, var ovfarin av tulkan Vernons á leiklutinum, og broytti handritið av Austin Powers: The Spy Who Shagged Me (1999) , soleiðis at Mini-Me og Vernon fingu meiri spælitíð, og lat vera við at drepa leiklutin í filminum, sum upprunaliga var ætlað.[10] Vernon endurtók leikin trý ár einni í filminum Austin Powers in Goldmember (2002), og arbeiddi aftur saman við Mike Myers í filminum The Love Guru (2008).

Eftir at verða vorðin kendur fyri leiklutin sum Mini-Me, fekk Vernon leiklutin sum vætturin Griphook í Harry Potter and the Philosopher's Stone (2001), og leiklutin Percy í fantasyfilminum The Imaginarium of Doctor Parnassus (2009)[11] hjá Terry Gilliam. Hann luttók eisini í fleiri realitetsrøðum, millum annað The Surreal Life (2005), Welcome to Sweden (2007), og í sættu røð av bretska Celebrity Big Brother (2009).[7][12]

Privatlív[rætta | rætta wikitekst]

Søgur siga at hann giftist modellini Genevieve Gallen tann 22. februar 2004, men ógildaði hjúnabandið dagin eftir. Trúlovan parsins hevði tó verið nógv í miðlunum. Vernon og løgfrøðingur hansara noktaðu, at parið nakrantíð hevði havt nakrar planir um giftimál, og segði modellina finna upp á søgur við peningi fyri eyga.

25. juni 2008 lak eitt privat filmsbrot á netið, har Vernon og fyrrverandi unnusta hanara, Ranae Shrider, høvdu kynsligt samband. Filmsbrotið, ið var filmað í 2008 í Beverly Hills, og í heimbygd Ranae Fort Cobb í Oklahoma[13], var likið av Ranae sjálvari og slatursjónvarpsstøðini TMZ. Kevin Blatt, sum seldi kenda filmsbrotið við Paris Hilton í somu støðu í 2003, royndi at selja filmsbrotið. Vernon saksøkti TMZ, Kevin Blatt, og SugarDVD fyri brot á hansara privatlívi. Eisini saksækti hann fyri høvundarætt.[14]

Í mai 2015 luttók Vernon, Brittney Powell, og sonur hennara Tyson í Celebrity Wife Swap. Brittney býtti um pláss við konu Hines Ward.[15]

Í byrjan apríl 2018 var Vernon innlagdur á sjúkrahús, eftir ein tilburð heima við hús. Hann hevði fyrr verið innlagdur til avvenjingar vegna rúsdrekkatrupuleikar.[16][17][18][19]

Deyði[rætta | rætta wikitekst]

21. apríl 2018 doyði Vernon Troyer sum 49 ára gamal. Ongin deyðsorsøk hevur verið alment fráboðað.[20] [21][22] Líkskoðari vil vera við at talan er um eitt møguligt sjálvmorð, harsum líkskoðarin fann stóra nøgd av rúsdrekka í blóði Vernons, sum gevur merki um rúsdrekkaeitran.[23][24]

Filmografi[rætta | rætta wikitekst]

Filmar[rætta | rætta wikitekst]

Ár HeitihT eikluturL Notur Keldur
1994 Baby's Day Out Baby Bink's stunt double j
1996 Dunston Checks In
1996 Jingle All the Way Little Santa
1996 Pinocchio's Revenge Pinocchio's Miniature Double
1997 Volcano
1997 Men in Black Alien Son
1997 Wishmaster Creature Stage #1
1997 RocketMan
1998 My Giant Wrestler
1998 Fear and Loathing in Las Vegas Wee Waiter Sum "Verne J. Troya"
1998 The Wacky Adventures of Ronald McDonald: Scared Silly Sundae
1998 Mighty Joe Young Baby Joe
1999 Here Lies Lonely Virgil
1999 Instinct Gorilla Performer
1999 Austin Powers: The Spy Who Shagged Me Mini-Me
2000 Bit Players Marty Rosenthal
2000 How the Grinch Stole Christmas Band Member
2001 Bubble Boy Dr Phreak
2001 Harry Potter and the Sorcerer's Stone Griphook Raddaður av Warwick Davis
2002 Run for the Money Attila
2002 Austin Powers in Goldmember Mini-Me
2003 Pauly Shore Is Dead HannsjálvurS
2007 Postal Hannsjálvur
2008 The Love Guru Coach Punch Cherkov
2008 College Hannsjálvur
2009 The Imaginarium of Doctor Parnassus Percy
2012 Keith Lemon: The Film Archimedes
2015 Trailer Park Boys: Drunk, High, and Unemployed: Live in Austin Hannsjálvur
2015 Gnome Alone The Gnome
2018 Hipsters, Gangsters, Aliens and Geeks TBA Post-production

Sjónvarp[rætta | rætta wikitekst]

Ár Heiti Leiklutur Notur Keldur
1995–1996 Masked Rider Ferbus
1999–2000 Shasta McNasty Verne
2000 Jack of All Trades Napoleon Bonaparte
2002 Sabrina the Teenage Witch Angus
2003 Boston Public Taylor Prentice 2 partar
2004 Karroll's Christmas Spike
2005 The Girls Next Door Hannsjálvur Parturin "Fight Night"
2005 The Surreal Life Hannsjálvur
2006 Bo! in the USA
2007 The Surreal Life: Fame Games Hannsjálvur
2007 Welcome to Sweden Hannsjálvur
2008–2015 Celebrity Juice Hannsjálvur
2008 The Smoking Gun Presents: World's Dumbest... Viðmerkjari
2008 The Podge and Rodge Show Hannsjálvur
2009 Celebrity Big Brother Hannsjálvur
2009 Friday Night with Jonathan Ross Hannsjálvur
2009 The Paul O'Grady Show Hannsjálvur
2009 WWE Raw Gestavertur
2013 Lemon La Vida Loca Hannsjálvur
2013 Legit Hannsjálvurh
2014 BGO.com TV Campaign
2014 Whose Line Is It Anyway? Hannsjálvur Røð 10, partur 3
2014 Through the Keyhole Hannsjálvurha
2015 Celebrity Wife Swap Hannsjálvur
2017 Trailer Park Boys: Out of the Park: USA Hannsjálvur

Telduspøl[rætta | rætta wikitekst]

Ár Heiti Leiklutur Notur Keldur
2016 Let It Die Jackal X

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.filmreference.com/film/1/Verne-Troyer.html
  2. https://www.reddit.com/r/IAmA/comments/1xu9jr/i_am_verne_troyer_ama/cfeojhy/?context=1
  3. https://www.theguardian.com/lifeandstyle/2015/oct/16/verne-troyer-my-family-values
  4. http://archive.azcentral.com/ent/celeb/articles/2010/01/04/20100104verne-troyer.html
  5. http://www.mlive.com/news/kalamazoo/index.ssf/2018/04/verne_troyer_michigan_native_w.html
  6. https://people.com/tv/watch-verne-troyer-opens-up-about-being-bullied-and-standing-up-for-himself/
  7. 7.0 7.1 https://www.telegraph.co.uk/news/picturegalleries/celebritynews/4126336/Verne-Troyer-from-Mini-Me-to-Celebrity-Big-Brother.html?image=3
  8. https://www.tribute.ca/people/verne-troyer/3410/
  9. http://edition.cnn.com/2002/SHOWBIZ/Movies/07/30/mini.me.cnna/index.html
  10. https://www.huffingtonpost.com/entry/austin-powers-mini-me-ending_us_57f2e34ce4b01b16aafe9d97
  11. https://www.theguardian.com/film/gallery/2018/apr/21/verne-troyer-life-in-pictures
  12. http://news.bbc.co.uk/2/hi/in_pictures/7848472.stm
  13. https://avn.com/business/articles/video/vivid-introduces-new-contract-girl-meggan-mallone-31086.html
  14. https://uk.reuters.com/article/uk-troyer/mini-me-actor-verne-troyer-sues-over-sex-tape-idUKN2732491620080627
  15. http://dailyentertainmentnews.com/tv/brittney-powell-verne-troyers-girlfriend/
  16. https://news.sky.com/story/mini-me-actor-verne-troyer-hospitalised-after-alleged-incident-11316399
  17. http://www.bbc.com/news/entertainment-arts-43639374
  18. http://www.bbc.com/news/entertainment-arts-39526944
  19. https://edition.cnn.com/2018/04/21/entertainment/verne-troyer-obit/index.html
  20. https://edition.cnn.com/2018/04/21/entertainment/verne-troyer-obit/index.html
  21. https://www.nytimes.com/2018/04/21/obituaries/verne-troyer-dead-mini-me.html
  22. http://www.bbc.com/news/entertainment-arts-43853755
  23. https://people.com/movies/verne-troyers-death-possible-suicide-very-high-level-of-alcohol-in-his-system-says-coroner/
  24. http://www.foxnews.com/entertainment/2018/04/23/verne-troyers-death-latest-tragedy-for-hollywoods-community-little-people.html

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið